Jump to content

Terje Beinar Vestergaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Terje Beinar Vestergaard
Terje B. Vestergaard til býráðsvalið 2020.
Fødd(ur) Terje Beinar Vestergaard
13. Feb. 1973
Sumba, Føroyar
Bústaður Saltangará, Eysturoy
Útbúgving Handilskallur, Lærari
Starv Vinnulívsmaður, Politikari
Kend(ur) fyri Bakkafrost, Glyvralon, Runavíkar kommuna

Terje Beinar Vestergaard (føddur 13. februar 1973 í Sumba), búsitandi í Saltangará, er politikkari, sangari og sjálvstøðugur vinnurekandi. í 2018 keypti Terje, saman við konuni Birnu Vestergaard, eini hús við sjóvarmálan á Glyvrum, og byrjaðu tey virksemið, sum í dag er kent undir heitinum Glyvralon.[1] í 2019 keypti Terje seg inn í eitt plátuverkstað, men seldi sín part og gjørdis leiðari á Ditec, og hevur síðani keypt fyritøkuna Simme musikkhús. Terje er kommunal -og landspolitikkari. Hann stillaði fyrstu ferð upp til kommunalpolitikk í Runavíkar Kommunu í 2012 og slapp inn, og í valinum í 2016 gjørdist hann varðaborgarstjóri í kommununi. í 2019 stillaði Terje fyri fyrstu ferð upp í landspolitikki fyri Sjálvstýri,[2] [3] men valdi í 2022 at fara úr flokkinum. Til løgtingsvalið 8. Desember 2022 stillar hann upp fyri Miðflokkin.[4]

Terje hevur givið fleiri tónleikaútgávur út, og er vorðin kendur manna millum fyri sína fólksligu rødd. Millum annað hevur hann givið tveir sangir út, sum verpápin Hans á Bakka, sáli, skrivaði áðrenn hann andaðist. Teir báðir sangirnir kallast Tíðin fer, og Lívsins Rósa. Eisini hevur hann latið aðrar útgávur úr hondum, og hevur hann millum ár og dag verið nógv at hoyra í útvarpi og aðrastaðni. Terje hevur eisini skrivað og sungið sangir fyri bæði Støkk og NSÍ.

Terje er giftur við Birnu Vestergaard. Saman eiga tey trý børn, Maritu T. Vestergaard, Hans T. Vestergaard og Dánjal Vestergaard.

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Glyvralon". https://www.glyvralon.fo. Heintað 4. Januar 2022. 
  2. Samuelsen, Ingi (4. Okt. 2019). "Varaborgarstjórin í Runavík ætlar sær í tingið". https://dagur.fo/varaborgarstjorin-i-runavik-aetlar-saer-i-tingid. Heintað 4. Jan. 2022. 
  3. Johannesen, John Sigurd. "Terje B. Vestergaard á ting". https://kvf.fo/greinar/2019/11/11/terje-b-vestergaard-ting. Heintað 04. Januar 2022. 
  4. Eirikur Lindenskov: Enn eitt floksskifti – hesaferð til Miðflokkin, in.fo, 26.11.2022