Birna Vestergaard
Appearance
| Birna Vestergaard | |
|---|---|
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 19. apr 1973 |
| Kend(ur) fyri | Glyvralon, Bakkafrost |
| Hjúnafelagi(ar) | Terje Beinar Vestergaard |
| Foreldur | faðir Hans Jacobsen |
| Skyldfólk | Regin Jacobsen (bróður), Hans Jacobsen (pápi), Oddvør Jacobsen (mamma) |
| Dátuheiti | |
Birna Vestergaard (fødd 19. apríl 1973 á Glyvrum) er lærarinna og sjálvstøðug vinnurekandi. í 2018 keypti hon, saman við manninum Terje Vestergaard, eini hús við sjóvarmálan á Glyvrum, og byrjaðu tey virksemið, sum í dag er kent undir heitinum Glyvralon. Birna er dóttir Hans á Bakka, sum stovnaði fyritøkuna Bakkafrost. Birna er systir núverandi stjóra á Bakkafrost, Regin Jacobsen.
Birna er gift við politikkaranum og vinnulívsmanninum, Terja B. Vestergaard. Saman eiga tey trý børn, Marita T. Vestergaard, Hans T. Vestergaard og Dánjal Vestergaard.