Glyvralon
Glyvralon, eisini kent sum húsini á Langanesi, er søguligur bygningur á Glyvrum, Eysturoynni, bygdur tíðliga í 20. øld.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Glyvralon er bygt áðrenn kríggið, og er bygt í arkitektoniska Barokk stílinum. Innan er Glyvralon innrættað við flottum møblum úr nítjandu øld, og er ein gjøgnumgangandi stílur í gjøgnum øll húsini. Uttanfyri húsini er størt jarðarøki, har seyður og onnur kríatúr ganga frítt, og er tað eitt ógvuliga náttúru-vakurt øki. Nakað sunnanfyri húsini liggur virkið og høvuðskontórið hjá Bakkafrost.
Niels Pauli í Heimistovu teknaði húsini, sum lærarahjúnini Christian og Helena Bjarnadal lótu byggja í seinru helt av 1930unum; men Bjarnadal hjúnini fluttu ikki inn, fyrr enn kríggið var av. Hjúnini fluttu tó seinni úr húsunum aftur, og búði tí eingin í húsunum í fleiri ár. Um aldarskiftið keypti Jógvan Lauritsen úr Sørvági húsini, sum tá vóru í sera ringum standi, men sum hann so spakuliga byrjaði at umvæla. Á sumri 2018 vóru húsini aftur til sølu, og vóru tað hjúnini Terje og Birna Vestergaard, sum gjørdust nýggir eigarar av húsunum, og sum tóku sær av at fáa síðstu umvælingarnar uppá pláss. [1]
Eins og aðrir bygningar, ið vórðu bygdir um sama mundið, her kann m.a. nevnast Spinnaríið í Klaksvík og Gula Smiðja í Saltangará, so er Glyvralon í høvuðsheitum einans bygt við betong. Undir øðrum heimsbardaga var ikki nógv til av byggitilfari í landinum, og ringt var at fáa fatur á timbri. Tó var nokk til av sementi, og av tí sama gjørdist tað bíligasta loysnin, tá tað skuldi blandast við tilfar, ið ríkiligt var til av. Júst hetta gevur eisini Glyvralon sína eyðkendu útsjónd, og sæst tað eisini at bygningurin er bygdur eftir lendinum. [2]
Glyvralon í dag
[rætta | rætta wikitekst]Søguligu húsini á Langanesi vóru, eftir at lærarahjúnini fluttu út ikki væl hildin, og millum manna vórðu húsini kend sum spøkilsishúsini. Tað kravdi tí eina kæra hond at fáa húsini til sín rætta heiðurs aftur, men í dag standa húsini í sama standi sum tey gjørdu, tá tey vórðu bygt. Síðani fyrst í 2000 eru húsini blivin umvæld, og í 2019 vórðu síðstu umvælingarnar lidnar. Húsini eru gjørd í upprunastand, tó við nøkrum tillagingum fyri at kunna hýsa ferðafólkum og vitjandi, og at kunna hýsa eitt nú borðhaldum.
Í dag verður Glyvralon leigað út til skeiðsvirksemi, brúdleypir[3], veitslur og annað, ið krevur tílíkar umstøður. Glyvralon trekkir seg burturúr rúgvuni við at tey hava ein fínari gjøgnumgangandi stíl í gjøgnum húsini, enn hvat man vanliga sær í veitsluhølum. Afturat stóra veitsluhølinum og glasbygninginum er alt loftið innrættað sum eitt stórt fundarhøli, har møguleiki er at hava fundir, skeiðir fyri upp til 40 fólkum, og annað. [4]
Í dag rekur Birna Vestergaard alt virksemið í Glyvralon.
Keldulisti
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Glyvralon.fo". https://www.glyvralon.fo/umokkum. Heintað 2021-09-19.
- ↑ Whatson. "Spinnaríið í Klaksvík". https://whatson.fo/fo/place/spinnariid/. Heintað 30.jan 2022.
- ↑ "Kaffilotan.fo". https://www.kaffilotan.fo/slottid-vid-sjovarmalan/.
- ↑ "Glyvralon.fo/fundarvirksemi". https://www.glyvralon.fo/fundarvirksemi.