Munurin millum rættingarnar hjá "Trælavatn"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s Legði afturat Bólkur:Eysturoy við hjálp frá Hotcat
Terjibeder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 4: Linja 4:

== Uppruni til navnið ==
== Uppruni til navnið ==
Eins og við [[Trælanípa|Trælanípu]], er upprunin til navnið Trælavatn ókendur, hóast navnið er heilt gamalt. Tó var tað ikki ókent at offra trælir til [[Ásatrúgv|norrønu gudarnar]], og tí lata nøvnini Trælanípa og Trælavatn upp fyri tankanum um, at trælir hava verið dripnir ella offraðir á staðnum<ref name=":0">{{Cite web|url=http://frodskaparfelag.fo/wp-content/uploads/2020/03/frodi-2016-nummar-2.pdf|title=Staðarnøvn kelda til trúgv forfedra okkara|last=Í Ólavsstovu|first=Vár|date=2016|website=|publisher=Frøði|accessdate=24-09-2020}}</ref>.
Eins og við [[Trælanípa|Trælanípu]], er upprunin til navnið Trælavatn ókendur, hóast navnið er heilt gamalt. Tó var tað ikki ókent í víkingatíð, at trælir vóru offraðir til [[Ásatrúgv|norrønu gudarnar]], og tí lata nøvnini Trælanípa og Trælavatn upp fyri tankanum um, at trælir hava verið dripnir ella offraðir á staðnum<ref name=":0">{{Cite web|url=http://frodskaparfelag.fo/wp-content/uploads/2020/03/frodi-2016-nummar-2.pdf|title=Staðarnøvn kelda til trúgv forfedra okkara|last=Í Ólavsstovu|first=Vár|date=2016|website=|publisher=Frøði|accessdate=24-09-2020}}</ref>.

Meðan Trælanípa hevur vælkenda søgn um trælir, sum vóru stoyttir útav<ref>{{Cite web|url=https://visitvagar.fo/welcome-to-vagar/about/the-villages/midvagur/?lang=fo|title=Miðvágur|last=|first=|date=|website=|publisher=Visit Faroe Islands|accessdate=24-09-2020}}</ref>, eru ongar sagnir um Trælavatn, hóast hildið verður, at trælir hava verið druknaðir har<ref name=":0" />.

Linja 11: Linja 11:

Tað eru sostatt fleiri støð, rundanum Trælavatn, sum hava verið brúkt sum antin offurstað ella stað, har fólk er avrættað. Hetta er við til at undirbyggja gitingina um, at Trælavatn hevur verið brúkt til at drukna trælir.

== Onnur staðarnøvn av orðinum trælur ==

* Trælavatnaskarð ([[Eysturoy]])
* Trælanýpa ([[Vágar]])
* Trælasteinar ([[Djúpidalur]], [[Kalsoy|Kallsoy]])
* Trælafløttur ([[Viðoy]])
* Trælagøta ([[Vágur]])
* Trælmenni ([[Kalsoy|Kallsoy]])
* Trælatangi ([[Svínoy]])
* Trælurð (Norðanfyri [[Sumba]])

== Keldulisti ==
== Keldulisti ==

Endurskoðan frá 31. okt 2020 kl. 14:42

Trælavatn er eitt vatn á Eysturoynni, sum liggur millum Trælavatnaskarð og Skarðsbrúgv, nakað omanfyri Kambsdal. Onnur helvtin av vatninum er partur av Fuglafjarðar Kommunu, meðan hin helvtin hoyrir til Eysturkommunu[1].

Á Trælavatni er ein jolla, sum Miðnámsskúlin á Kambsdali eigur og brúkar til sítt skúlavirksemi. Jollan eitur Økotussi og varð borin niðan í 2017 av næmingum á skúlanum, í samband við árliga ítróttardagin.

Uppruni til navnið

Eins og við Trælanípu, er upprunin til navnið Trælavatn ókendur, hóast navnið er heilt gamalt. Tó var tað ikki ókent í víkingatíð, at trælir vóru offraðir til norrønu gudarnar, og tí lata nøvnini Trælanípa og Trælavatn upp fyri tankanum um, at trælir hava verið dripnir ella offraðir á staðnum[2].

Meðan Trælanípa hevur vælkenda søgn um trælir, sum vóru stoyttir útav[3], eru ongar sagnir um Trælavatn, hóast hildið verður, at trælir hava verið druknaðir har[2].

Frá Kambsdali til Skálabotn er ein varðagøta, sum gongur framvið Trælavatni og Valaknúkum, har Floksmenninir vóru kastaðir av, eftir at hava fingið deyðadóm. Millum fjarða er Stevnuválur, har fólk eru tikin av døgum, umframt at tað verður hildið, at Varmakelda eisini er brúkt sum offurstað[2].

Tað eru sostatt fleiri støð, rundanum Trælavatn, sum hava verið brúkt sum antin offurstað ella stað, har fólk er avrættað. Hetta er við til at undirbyggja gitingina um, at Trælavatn hevur verið brúkt til at drukna trælir.

Onnur staðarnøvn av orðinum trælur

Keldulisti

  1. "Føroyakort". Umhvørvisstovan. http://www.kortal.fo/. Heintað 24-09-2020. 
  2. 2.0 2.1 2.2 Í Ólavsstovu, Vár (2016). "Staðarnøvn kelda til trúgv forfedra okkara". Frøði. http://frodskaparfelag.fo/wp-content/uploads/2020/03/frodi-2016-nummar-2.pdf. Heintað 24-09-2020. 
  3. "Miðvágur". Visit Faroe Islands. https://visitvagar.fo/welcome-to-vagar/about/the-villages/midvagur/?lang=fo. Heintað 24-09-2020.