Hjálp:HotCat

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

HotCat er ein eyka funksjón til MediaWiki, ið er skrivað í javascript. Hon letur skrásettar brúkarar taka burtur, broyta og leggja bólkar afturat á Wikipedia. Funksjónin fer sjálvvirkandi at koma við uppskotum til ein bólk, eftirhvørt sum brúkarin byrjar at skriva.

Aktivering[rætta | rætta wikitekst]

Man aktiverar HotCat við at klikkja á Mínar Innstillingar og síðan fanablaðið Gadgets, og síðan í sektiónini "Navigering og rætting" krossa av í "HotCat". Síðan skal tú klikkja á "Goym innstillingar". So er funksjónin aktiverað – og tú kanst sláa hana frá aftur á sama hátt, um tú ikki ynskir at hava hana.

Brúkaraleiðbeining[rætta | rætta wikitekst]

Dømi um nýtslu av HotCat: Her kann ein velja ein passandi bólk frá einum lista, eftir at hava inntastað "billed" (dømi er úr norsku Wikipediu)

Tað eru tveir mátar, ið ein kann nýta HotCat:

  1. Ein kann biðja funksjónina um at gera eina bólkabroyting, ið síðan sjálvvirkandi verður goymd. Um tú gert fleiri slíkar broytingar á henda hátt, so verður síðan goymd fleiri ferðir, hetta kanst tú sleppa undan við at gera sum greitt verður frá herundir.
  2. Tú kanst biðja funksjónina um at gera fleiri broytingar við bert einum "goym". Um tú ynskir at nýta henda mátan, so skalt tú byrja við at klikkja á (++) ið er øðrumegin við tekstin "Bólkar". Síðan fylgir tú leiðbeiningi, ið stendur her niðanfyri, og síðan klikkir tú á "Goym"-knappin til vinstru og síðan á "Goym síðu".

At leggja aftuat, taka burtur og broyta ein bólk[rætta | rætta wikitekst]

  • Fyri at leggja ein bólk afturat, so skalt tú klikkja á (+)-teknið og byrja við at skriva. Síðan skal tú klikkja á "OK", fyri at goyma broytingina.
  • Fyri at taka ein bólk burtur, so skalt tú klikkja á (-)-teknið, ið stendur høgrumegin teir bólkarnar, ið eru á síðuni frammanundan. Um tú klikkir á tað, so tekur tú bólkin burtur frá greinini.
  • Um tú klikkir á (±)-teknið, so ber til at seta ein annan bólk í staðin fyri tann bólkin, ið longu eru har frammanundan.

Legg til merkis[rætta | rætta wikitekst]

  • Um tú klikkir á upp-pílin, so ber til at finna tann yvirskipaða bólkin ella teir yvirskipaðu bólkarnar. Um tú klikkir á niður-pílin, so ber til at finna teir viðkomandi undirbólkarnir hjá bólkinum.
  • Bólkar ið eru settir inn við fyrimyndum hava ikki knappar, eftirsum hesir hóast alt ikki kunnu broytast á aðrar mátar enn við at taka fyrimyndina (skabilónina) burtur.
  • Um tú skiftir ein verandi bólk út ella leggur ein nýggjan afturat, so endar hesin millum teir síðstu bólkarnar.
  • Um tú brúkar máta nummar 1, so verður broytingin gjørd sjálvvirkandi, tá ið tú hevur trýst á "OK", uttan at tær nýtist at fara umvegis rættingarvindeyga. Um tú álíkavæl ynskir at lata rættingargluggan upp, so kanst tú halda Ctrl-tastin niðri, meðan tú klikkir á "OK". (Alt-tastin, um tú nýtir eina mac teldu).