Munurin millum rættingarnar hjá "Massachusetts"
sNo edit summary |
s r2.7.2) (bottur strikar: ks:मासचुसेट्स |
||
Linja 119: | Linja 119: | ||
[[ka:მასაჩუსეტსი]] |
[[ka:მასაჩუსეტსი]] |
||
[[ko:매사추세츠 주]] |
[[ko:매사추세츠 주]] |
||
[[ks:मासचुसेट्स]] |
|||
[[ku:Massachusetts]] |
[[ku:Massachusetts]] |
||
[[kw:Massachusetts]] |
[[kw:Massachusetts]] |
Endurskoðan frá 23. des 2011 kl. 19:21
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Boston |
Størsta býur: | Boston |
Innlima: | 6. februar 1788 |
Guvernørur: | Deval Patrick (D) |
Vídd: | 27,336 km² |
Íbúgvar (2006): | 6,349,097 |
fyri km²: | 312.7/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.mass.gov |
Samveldið Massachusetts (enskt: Commonwealth of Massachusetts) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 6,3 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boston. Í 1788 bleiv Massachusetts lutstatur í USA. Í norðri hevur hann mark við New Hampshire og Vermont, í suðri við Rhode Island og Connecticut, og í vestri við New York. Atlantshavið liggur í eystri. Eyknevni hansara er Víkstaturin (enskt: Bay State). Norðari parturin í Massachusetts varð seinni til statin Maine.
Upprunafólkið í Massachusetts eru indiánar. Síðan 18. øld hevur Massachusetts tikið ímóti nógvum fólkum við ymiskari mentan. Innflytarar eru komnir úr Evropa, Afrika og Ásia.
Søga
Niðursetufólkið
Bretskir keypmenn og átrúnaðarlig flóttafólk búsettu seg í niðursetuøkjum sum Plymouth (í 1620) og Massachusetts Bay (í 1630) í Massachusetts. Niðurlendskir og svenskir niðursetumenn komu eisini hagar. Fyrst í 17. øld vóru mangir protestantar ónøgdir við bretsku kirkjuna. Ein protestantiskur sertrúarflokkur, loysingarmenninir (separatistarnir), seinni nevndir pílagrímarnir, gjørdi av at fara til Massachusetts. Teir vónaðu at kunna seta seg niður og dyrka sína trúgv í friði og náðum. Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Stóra Bretlandi við skipunum Mayflower. Mayflower var upprunaliga farmaskip og ikki bygt at flyta fólk. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts [1].
Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni [2], ið teir nevndu Plymouthlundin. Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin Plymouth hevði helst doyð út, høvdu indiánararnir, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Men Plymouth hóraði undan, og sum tíðin leið, kom hon reiðiliga fyri seg. Tíggju ár eftir at pílagrímarnir komu til USA, fóru reinleikabrøðurnir (puritanararnir) at flyta til Massachusetts í stórum tali. Reinleikabrøðurnir stovnaðu lærda háskúlan í Harvard í 1636. Nakað norðan fyri Plymouth er Boston; hann er ein av teimum elstu býunum í Amerika, og har er góð skipahavn. Nógv vara, sum kemur til Massachusetts, verður uppskipað har.
Keldur
- ↑ Cheney, Glenn Alan (2007). Thanksgiving: The Pilgrims' First Year in America. New London Librarium
- ↑ http://www.shipsonstamps.org/Topics/html/pilgrim.htm