Rørekur
Rørekur (Russiskt: Rurik ella Rjurik, fornnorrønt: Hrœrekr), umleið 830 - umleið 879) var rúsi, ið fekk valdið í Ladogu í 862 og gjørdi búsetingina Hólmgarð (Rurikovo Gorodische) í Novgorod.
Navn
[rætta | rætta wikitekst]Rjurik er slaviska útløgan av sama navni sum dagsins enska Roderick. Á gomlum germanskum málum hevði tað skap sum til dømis Hrodric (gamalt hátýskt) og Hroðricus (gamalt enskt). Á fornnorrønum, Hrœrekr (Ísland, Føroyar, Noreg) og Hrørīkr ella Rørik (Danmark, Svøríki), haðan Riurik er avleitt. Navnið kemur eisini fyri í Beowulf sum Hrēðrīk[1].
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Kjak er um hvussu Rørekur kom at ráða yvir Ladogu og Novgorod. Einastu upplýsingarnar um hann er úr russisku fyrstu krýniku úr 12. øld, sum staðfestir, at slavar og finnar gjørdu uppreistur ímóti rúsum, men at rok stóðst av tí, og at Rørekur tá varð biðin um at koma at fáa frið aftur í lag.
Rørekur hevði valdið til deyðans í 879. Valdsarvingar hansara, Røreksættin, fluttu tó høvuðsstaðin til Kiev og stovnaðu Kievrúsaríkið, ið stóð við til 1240, tá ið mongolar gjørdu innrás. Nakrar varðveiddar ættir vóru ættaðar frá Røreki gjøgnum kallkyn, men hin seinasti av hesum at ráða yvir Russlandi, Vasilij IV, doyði í 1612.
Ivasamur uppruni
[rætta | rætta wikitekst]Tó at russiski Rurik helst er søgn, so er kjak um tjóðarliga uppruna hansara í Eysturevropu.
Sambært Fyrstu krýniku var Rørekur rúsi(sum onkuntíð skeivt eru nevndir væringar), sum vóru í ætt við danir, sviar, onglendingar og gotar.
Í 20. øld hava fornfrøðingar lutvíst váttað hendingafrágreiðingini í krýnikuni. Uppdagað var, at búsetingin í Ladogu, hvørs stovnseting vanliga verður tilskrivað Røreki, veruliga varð stovnsett um miðju 9. øld. Keramikkur, húsarhaldslutir, og húsasløgini frá tíð Røreks stovnseting samsvara við norrønt snið.
Summir slaviskir søgufrøðingar ivast, um frásøgan um innbjóðingina til Røreks er lænd úr eini møguligari norrønaru søgu, tó at allar søgur nevna herferðir til Garðaríkis og ongantíð um innbjóðingar.
Til dømis staðfestir fyrsta krýnika, at Rurik kom til slavisk lond við tveimum brøðrum, Sineus og Truvor, og sendi teir at ráða býunum Beloozero og Izborsk, ávíkavist. Heldur enn at seta Sineus í samband við Signjotr og Truvor við Torvald, skjóta teir upp, at krýnikuskrivarin lesur fornnorrønu orðini 'sine hus' (við húsi) og 'tru voring' (við trúgvum varðhaldsmanni) sum nøvnini hjá Røreks brøðrum: Sineus og Truvor. Um so er, kann hetta væl vera ein norrøn orðing, sum er varðveidd, men misskilt av krýnikuskrivaranum. Summir slaviskir søgufrøðingar halda fast um, at hetta er miskiljing av einari ókendari søgu.
Ein onnur ástøði um Rurik, vegna vanliga giftu millum rúsir og slaviskar kvinnur, at hann bæði var slavi og skandinavi. Hendan ástøðin byggir á upplýsingar frá fyrsta modernaða russiska søgufrøðinginum, Vasilij Tatishchev (av Røreksætt sjálvur), sum helt uppá, at Rurik var av vendskari (vandalskari) ætt. Tey, ið líta á Tatishchev, hugsa, at ástøðin byggir á eina burturmista krýniku.
Summir søgufrøðingar vilja vera við, at søgusagnarrøtur eru til søgnina, og tískil meta Rurik sum reina søgn.
Rørekur í Dorestad
[rætta | rætta wikitekst]Einasti Rørekur, ið er lýstur í vesturlendskum krýkinum, var Rørekur í Dorestad, ein konungur úr kongsættini Haithabu. Síðan 19. øld, hava royndir verið gjørdar, at eyðmerkja hann sum víkingaprinsin Rurik í russisku krýnikunum.
Rørekur í Dorestad [2] varð føddur o.u. 810/820. Frankiskir krýnikuskrivarar nevna, at hann fekk lond í Fríslandi frá keisara Ludvík 1. Hetta var ikki nóg mikið fyri hann, so hann fór at ræna grannalondini. Hann tók Dorestad í 850, hertók Haithabu í 857 og rændi Bremen í 859. Hetta fekk øði í keisaran, sum tók allar ognir frá honum í 860.
Rørekur í Dorestad kom aftur til sjóndar í frankiskum krýnikum í 870, tá fríslendska sjálvsogn hansara vórðu latnar honum aftur. Longu í 882 er hann nevndur sum deyður. Russiska krýnikan ásetur deyða Ruriks at vera í 879.