Othello (sjónleikur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Othello er ein sjónleikur eftir William Shakespeare. Í 2008 varð hesin leikur framførdur í Føroyum av leikbólkinum HUÐRAR.

Sjónleikurin Othello, sum Huðrar framførdi í Føroyum í 2008[rætta | rætta wikitekst]

Leikarar[rætta | rætta wikitekst]

Tónleikarar og tónasmiðir[rætta | rætta wikitekst]

  • Leikstjóri: Hans Tórgarð - Sjónleikari.
  • Koregrafur/dansari: Jóna Thomsen - Dansari.

Søgugongdin í Othello[rætta | rætta wikitekst]

..."Hart stríð stendur í 1571 millum Venesia og Turkaland, sum bæði kanna sær oynna Kýpros. Herovasti hjá Venesia er hin gløggi og djarvi Othello, ið er nekari ella - sum tá var sagt – móri. Nú hendir tað, at Othello og ein vøkur genta úr Venesia, Desdemona, fáa hug hvørt á øðrum. Men Jago, vinmaður Othello, ger av at beina fyri lukku teirra. Burtur úr hesum hendingum hevur Shakesperare skapt ein tíðarleysan leik um kærleika og óndskap, góðtrúni og øvundsjúku "...

Hví Othello?[rætta | rætta wikitekst]

Orsøkin, til at júst hesin leikur varð valdur, eru berandi evnini í leikinum: øvund, góðtrúni og manipulatión. Evnini øvund, góðtrúni og manipulatión, eru tíðarleys evni, og síggjast aftur í maktstríðnum í flest øllum samfeløgum; eisini í tí føroyska. Til dømis síggja vit sera nógvan líkskap millum tað, sum gongur fyri seg í leikinum Othello, og tað, ið fer fram í politiska stríðnum í Føroyum. Í søguni Othello er persónurin Jago, sum hevur ein avskeplaðan moral, misnýtir sín myndugleika og gongur á odda í maktspælinum um hægsta sessin í herinum á Kýpros. Av tí, at hann sleppur so lætt frá sínum gerðum, og at fólk trúgva honum, sleppur hann mest sum at stýra sínum medmenniskjum. Hetta endar við einari vanlagnu, har fleiri fólk lata lív orsakað av hansara maktspæli og teirra manglandi evni at uppfata tað.

Tulking[rætta | rætta wikitekst]

Av tí, at handritið er sera drúgt og leggur upp til eina 4 tímar langa framførslu, høvdu tey stytt nøkur brot í leikinum munandi, soleiðis at spælitíðin er uml. 90 minuttir; tó verður hildið fast um kjarnuna í søguni. Tey niðurstyttu brotini, verða lýst við øðrvísi miðlum, sum tónleiki, ljósið, rørslum og dansi. Hetta gevur leikinum sera nútímans, frískan og ungdómligan dám. Leikurin rørir á henda háttt eisini eitt sindur við tað surrealistiska. Hesir “alternativu” miðlarnir, vit hava nýtt á pallinum, hava serliga verið uppi at venda í kjakinum kring leikin. Var hetta bara fjas? Ein roynd at gera eitt “show”? Ella var virði í hesum pørtum? Góvu teir leikinum nakað?

Leikbólkurin saman við øllum teimum, ið standa rundan um uppsetingina av leikinum, vóru sera spent uppá, hvussu leikurin fór at verða móttikin uttanfyri Føroyar.

Leikurin framførdur í Lettlandi[rætta | rætta wikitekst]

Ungdómsleikbólkurin HUÐRAR var, ígjøgnum Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF), útvaldur til sjónleikafestival í Riga, høvuðsstaðnum í Lettlandi. HUÐRAR, ið er ein sjálvstøðugur ungdómsleikbólkur, var fegin um hendan møguleikan at sýna fram leikin uttanlands og menna listarligu førleikarnar. Festivalurin, leikbólkurin var útvaldur til, kallast NEATA - festivalurin. NEATA er paraplyfelagsskapurin fyri øll meginfeløg fyri áhugaleik í teimum norðurlendsku og baltisku londunum. Endamál felagsins og endamálið við festivalinum er at menna norðurlendska/baltiska netverkið innan leiklist og skapa eitt forum, ið kann geva íblástur og nýhugsan til menning av áhugaleiki í hesum londum. Hetta er fimmti NEATA – festivalurin, ið skipað var fyri. Festivalurin verður hildin annaðhvørt ár og ferðast millum tey lond, ið eru við í NEATA. Hann hevur higartil verið í Litava, Svøríki, Estlandi og í 2006 í Føroyum.

Teir leikbólkar, ið luttóku, vóru útvaldir av meginfeløgunum fyri áhugaleik í teimum ymsu londunum í NEATA. Hetta gjørdi, at festivalurin hevði høga góðsku, og var tí sera gevandi fyri luttakararnar. Luttakararnir høvdu eisini møguleika at fara á ymiskar verksmiðjur, har arbeitt var við sjónleiki av ymsum slag. Skipað var fyri kjaki eftir hvønn leik, soleiðis at hvør leikbólkur fekk eftirmeting at arbeiða víðari við. Eftirmetingarnar av framførsluni hjá HUÐRUM vóru sera rósandi; dentur var lagdur á framúr gott spæl hjá øllum leikarunum og góðan tónleik á høgnum støði. Danska umboðið í NEATA nevndi leikbólkin HUÐRAR at verða hæddarpunktið á øllum festivalinum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið