Dramaverkstaðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Dramaverkstaðið (stovnað í 1997) er elsti drama/sjónleikaraskúli í nýggjari tíð. Skúlin heldur til í gamla snikkara og orgulverkstaðnurm hjá Verland Johansen, tætt við Høllina á Hálsi í Havn. Her fáa næmingar frið at arbeiða og læra í somu hølum, har fleiri av fyrrverandi næmingunum eru vorðin yrkis- og amatør sjónleikarar.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Hjørdis Johansen fekk hugskotið at byrja Dramaverkstaðið, á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen. Saman við manninum, Christian Kruse, keypti hon verkstaðið í 1986, og fram til 1996 virkaði verkstaðið sum orgulverkstaður burturav. Aftaná at kreppan hevði gjørt um seg fyrst í 1990 árunum, var einki orgul at byggja, og lykilin varð snaraður um. Verkstaðið stóð tómt eina tíð, líka til hetta hugskotið um Dramaverkstaðið fór at spíra. Farið var undir at rudda, vaska og mála, og í januar 1998 var klárt at byrja.[1]

Nevndin í 2014[rætta | rætta wikitekst]

  • Ragna Maja Kruse, forkvinna
  • Ebba Sofía Kruse, kassameistari
  • Ebba Malena Debess Thomsen, nevndarlimur
  • Mari Ann Ellendersen, tiltakslimur

Dagligur leiðari er framvegis Hjørdis Johansen.

Útvortis leinkjur[rætta | rætta wikitekst]

Heimasíða Dramaverkstaðsins: http://www.dramaverk.net/ Archived 2014-12-17 at the Wayback Machine

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Archive copy". http://www.dramaverk.net/index.php/um-dramaverkstadid. Heintað 2014-12-08.