Arnold Ludvig
Arnold Ludvig er ein føroyskur bassleikari. Hann er uppvaksin í Havn, hevur búð uttanlands og býr í løtuni (2015) á Sandi, haðani móður hansara er, saman við kanadisku konu síni, Anna Iakino, ið hann eisini spælir tónleik saman við í bólkinum Monkey Rats. Arnold spælir jazztónleik, hann hevur spælt við fleiri bólkum, eisini við rocktónleikabólkum, sum t.d. Terji og føstufressar og Plúmm. Í 2005 vann hann heiðurin sum Føroya besti bassleikari á AME tiltakinum. Í 2013 útgav hann tónleikaútgávuna Arnold Ludvig Sextet - Voyages. Tað var TUTL, ið gav fløguna út. Tey ið spæla við í sextettini eru: Arnold Ludvig - Fender Jazz fretless bass & acoustic guitar á lagnum 'Port of Thor', Mariane Bitran spælir floytu, Simon Spang-Hanssen spælir alto & soprano saxofon, Alain Apaloo spælir Fender Stratocaster guitar, Marko Martinovic spælir piano & Würlitzer og Niclas Campagnol spælir trummur. Í 1992 fekk Arnold fíggjarligan styrk (legat) frá FIH Reykjavík, Ísland, har hann las jazz tónleik frá 1990 til 1993. Arnold las eisini jazz á McGill University í Montreal, Quebec, Kanada frá 1993 til 1995.[1]
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Egnar útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2013 - Arnold Ludvig Sextet - Voyages, TUTL
Við GoGo Blues
[rætta | rætta wikitekst]- 2005 - GoGo Blues[2]
Við Kristleif Zachariassen
[rætta | rætta wikitekst]- 2004 - Litleysir Blettir
Við Plúmm
[rætta | rætta wikitekst]- 2003 - Allar Ættir. Arnold spældi bass og gjørdi løg.
Við Bet E & Stef
- 2002 - Bet E & Stef - Day by Day
Við Terji og Føstu Fressar
[rætta | rætta wikitekst]- 2000 - Terji
Saman við Holger Laumann & Plúmm
[rætta | rætta wikitekst]- 1991 - Holger Laumann & Plúmm
Saman við Greengate
[rætta | rætta wikitekst]- 1998 - "Pastel Shades" við Greengate Tutl.
Við Maxime de la Rochefoucauld
[rætta | rætta wikitekst]- 1997 - Automates Ki
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2005 - Vann heiðurin sum Føroya besti bassleikari á Atlantic Music Event
- 2005 - GoGo blues vann heiðurin sum Ársins tónleikabólkur á AME.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "arnoldludvig.com - About". http://arnoldludvig.com/about.html. Heintað 2015-02-02.
- ↑ allmusic.com - Arnold Ludvig
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan hjá Arnold Ludvig
- Páll Holm Johannesen: 11. september fekk meg heim aftur, in.fo, 28.11.2003