Jump to content

Norrøn útflyting

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Vegna yvirskot í fólkatali og tøkniligar fortreytir fluttu nógv fólk úr Skandinaviu í víkingaøld og áðrenn. Norðbúgvar høvdu frálík skip, víkingaskip, sum teir ferðaðust á havinum fyri vestan, og í áunum fyri eystan við.

Norrøn útbreiðsla var víttfevnd. Norðbúgvar komu so langt vestur sum til Vínlands (Ný Fundnaland), har teir fingu samband við indiánar og inuittar (sum teir nevndu skrælingar), so langt eystur sum til Uralfjøllini í Garðaríki (Russlandi), har teir fingu samband við handilsmenn frá Silkivegnum, og so langt suður sum til Sisiliu og Grikkalands, har norðbúgvar komu í tænastu hjá keisaranum í Miklagarði (Konstantinopolis, verður nú nevndur Istanbul). Soleiðis skaptu norðbúgvar handilssambond, ið tilsamans rukku longur enn rómverska ríkið nakrantíð gjørdi.

Rúsir í Garðaríki

Norðbúgvar, ið ferðaðust vestureftir, verða nevndir víkingar. Norðbúgvar, ið ferðaðust eystureftir, verða nevndir sviðar og rúsir. Norðbúgvar, ið ferðaðust suðureftir og komu í tænastu hjá keisaranum í Miklakarði, verða nevndir væringar.

Íslendingasøgur nevna, at "stór mannfjøld" flýddi fyri harðræði Haralds Hárfagra, og búsettust í Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, Íslandi, "meðan aðrir leitaðu burtur í onnur lond, og bygdu har". Russiska fyrsta krýnika nevnur, at norðbúgvi (altso rúsi) nevndur Rurik (á føroyskum: Rørekur), varð biðin um at koma at fáa frið í lag í slaviskum londum. Av tí er navnið Russland avleitt.

  • Føroyinga søga
  • Eaters of the Dead, Michael Crichton, Afterword Copyright, 1993.