Jump to content

Føroyingasøga

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Føroyinga søga)

Føroyingasøga ella Føroyinga søga er skrivað í Íslandi og varðveitt í gomlum íslendskum handritum, men tó ikki sum sjálvstøðug bók. Kortini ivast granskarar ikki í, at hon einaferð hevur verið tað. Mett verður, at hon er skrivað umleið ár 1210 - 1215, og har við ein av elstu íslendsku søgum. Samansettu søgurnar eru at finna í kenda íslendska handritinum Flatoyarbók (norrønt: Flateyjarbók). Í 1832 savnaði danski søgumaðurin Carl Christian Rafn hesi brot saman og gav tey út undir heitinum Færeyinga saga, sum so varð týtt til føroyskt. Høvundurin er ókendur og Føroyingasøga er skrivað 200 ár eftir hendingarnar eru farnar fram. Tískil er ivi um, hvussu høvundurin hevur fingið alla vitanina og tilfarið til vegar, men hildið verður, at høvundurin hevur kent til føroysk viðurskifti og tilfarið er komið frá fólki, sum hevði samband við Føroyar, ella serliga vitan um oyggjarnar.

Føroyingasøga

[rætta | rætta wikitekst]

byrjanin á føroyskum

1. Maður er nevndur Grímur Kamban. Hann var tann fyrsti, sum búsettist í Føroyum. Men tá ið Haraldur Hárfagri ráddi í Noregi, flýddi mangur maður undan harðræði hansara. Summir settust í Føroyum og búðu har, aðrir leitaðu til onnur óbygd lond. Eyður hin Findarríka fór til Íslands, men legði at í Føroyum, og gifti burtur har dóttur Torstein Reyða. Haðani er komin hin viðgitnasta ættin í Føroyum, ið teir rópa gøtuskeggjar og sum búði í Eysturoynni.

Tróndur fór til Danmarkar

2. Torbjørn æt ein maður, hann var róptur Gøtuskegg og búði í Eysturoynni í Føroyum. Guðrun æt kona hansara. Tey áttu tveir synir Tollakur æt hin eldri, og Tróndur æt hin yngri teir vóru evnaligir menn. Tollakur var bæði stórur og sterkur, og Tróndur var bróðurs maki, tá ið hann var mannkomin; men ójavnt varð hildið um teir brøðurnar. Tróndur var reyðhærdur, frøknutur og grefligur í ásjón.

Torbjørn var ríkur maður og gamal, tá ið hesi tíðindi bórust. Tollakur giftist har í oyggjunum, men var tó heima hjá faðir sínum í Gøtu. Stutt eftir at Tollakur var giftur, andaðist Torbjørn Gøtuskegg og var útborin í heyg eftir fornum siði; tí tá vóru allir føroyingar heidnir.

Synirnir skiftu nú arvin ímillum sín. Men báðir vildu hava jørðina í Gøtu, tí hon var besta ognin. Teir lutaðu, og heimaparturin líknaðist tá Trónda. Tollakur beyð nú Trónda at býta um, lata seg annan fáa heimabúgvið og hann meira av leysagóðsi. Men Tróndur vildi ikki. Tollakur fór tá burtur haðani og fekk sær annan bústað í oyggjunum.

Tróndur tók til sín nógvar leiglendingar fyri mestu leigu. Um summarið gjørdi hann skip út og sigldi til Noregs; men tók lítlan farm við sær. Hann vistaðist hjá einum bónda allan veturin; men hann tóktist fyri tað mesta vera dapur í huga.

Tá var Haraldur Gráfeldur kongur í Noregi.

Summarið eftir fór Tróndur suður til Danmarkar við keypmonnum á farmaskipum og kom til Háloyrar. Har var nógv fólk saman komið. Sagt er, at hagar kemur størsta mannfjøld í Norðurlondum, meðan keysstevnan stendur.

Tá ráddi í Danmark Haraldur kongur Gormsson, ið menn róptu Blátonn.

Haraldur kongur var á Háloyri um summarið og stór mannfjøld við honum. Tveir menn av kongshirðini eru nevndir, sum tá vóru við honum, annar æt Sjúrður og annar Hárekur. Hesir brøðurnir báðir gingu javnan um keypstaðin og vildu keypa størsta og besta gullringin, ið fáast kundi. Teir komu inn í eina búð; hon er útgjørd av tí besta. Har situr maður inni, sum tekur blídliga ímóti teimum og spyr, hvat teir vilja keypa. Teir søgdust vilja keypa stóran og góðan gullring. Hann svaraði, at her var gott úr at velja. Teir spyrja hann at navni, og hann nevnir seg Holmgeir ríka. Hann breyt nú upp fyri dýrgripum sínum og vísir fram tjúkkan gullring og metir hann so dýrgoldnan, at teir tóktust ikki vita, um teir í løtuni kundu fáa til vega alt tað silvur, ið kravdist, og bóðu bíða sær til morgins. Teir fara nú við hesi avgerð, og líður so náttin.

Um morgunin gongur Sjúrður út av búðini, og Hárekur er eftir staddur. Stutt eftir kemur Sjúrður fyri uttan tjaldsmunnan og ropti: "Hárekur frændi, skunda tær, fá mær pungin við silvurinum til ringkeypið, tí nú er keypið gingið í lag; men bíða tú her og ansa búðini." Nú fær hann honum silvurið gjøgnum tjaldsmunnan.

Ráðagerð Tróndar

3.Eina løtu seinni kemur Sjúrður inn í búðina til bróður sín og sigur: "Tak tú nú silverið, tí keypið er komið í lag."

Hann svarar: "Eg fekk tær silverið í áðni."

"Nei," sigur Sjúrður, "eg havi ikki tikið við tí." Nú trætast teir um hetta og siga síðani kongi frá.

Kongur og aðrir menn halda tað vera eyðvitað, at silvurið er stolið frá teimum. Kongur leggur nú fráfaringarforboð á, so eingi skip skulu sigla burtur, so sum sakir standa.

Hetta tókti mongum manni mikil vansi, sum nú var vorðið, at vera heftir har longur enn keypsstevnan stóð. Tá hildu norðmenn stevnu sínámillum til ráðagerð.

Tróndur var á teirri stevnuni og tók til orða: "Her eru menn heldur ráðleysir."

Teir spyrja hann: "Veitst tú tá nøkur ráð?"

"Tað man eg," svarar hann.

"Kom tá fram við tínum ráðum," siga teir.

"Ikki man eg gera tað fyri einki," svarar Tróndur.

Teir spyrja, hvat hann leggur á.

Hann svarar: :Hvør tykkara skal lata meg fáa ein oyra í silvuri." Teir halda hetta vera nógv, men ganga undir, at hvør maður fær honum hávan oyra í silvuri, og annan hálvan oyra, um hetta spældi væl av.

Dagin eftir setur kongur ting og sigur, at aldri skuldu menn vera leysir haðani, fyrr enn stuldurin var greiddur.

Tá tekur til orða ein ungur maður, ývið, reytt hár upp av kolli, frøknutur og heldur grefligur í ásjón: "Her eru menn heldur enn ikki ráðleysir."

Kongsins ráðgevarar spyrja nú, hvørji ráð hann kann leggja.

Hann svarar: "Tað er mítt ráð, at hvør maður, ið higar er komin, skal leggja fram so mikiðsilvur, sum kongur setur á, og tá ið fæið er saman komið í eina rúgvu, bøti tá teimum, sum fyri skaðanum vóru; men kongur havisær tað til sømdar, sum var loypur; hann vill sketta væl um tað, sum honum líknast, veit eg, og menn noyðastikki at vera heftir her, so mikil manna múgva, sum her ersaman komin, sær til miklan vansa."

Tað var skjótt tikið undir av mannamúgvuni, og allir søgdust vilja leggja fram fæ og sømdarpening til kong, heldur enn at vera tálmaðir her, sær til stórt ógagn. Eftir hesum ráðum verðdur gjørt, fæ borið saman, og tað verður ein stór rúgva.

Beint eftir hetta sigldu tey flestu skipini burtur haðani.

Kongur helt tá ting. Hugt var at hesum nógva fæi, og brøðurnir fingu nú skaðan afturbøttan. Kongur talaði við sínar menn um, hvat ið gerast skuldi við tað nógva fæið, sum eftir var.

Tá tekur ein maður til orða og sigur: "Harri mín, hvat tykist tygum hann er verdur, sum hetta ráð gav?"

Teir síggja nú, at hetta er sami ungi maður, sum legði ráðini, og sum nú stóð fyri kongi.

Tá mælti Haraldur kongur: "Alt hetta fæ skal býtast í helvt. Aðra helvtina skulu mínir menn hava. Hin helvtin skal aftur fara í tvíningar. Annan helmingin skal hesin ungi maður hava, meðan eg taki hond um hin."

Tróndur takkaði kongi fyri hetta við nýtum og blíðum orðum, og so stór var pengarúgvan, Trónda lutaðist, at illa fekst tølur á.

Haraldur kongur sigldi tá burtur og øll mannfjøldin, ið har hevði verið.

Tróndur fór til Noregs við teimum norsku keypmonnunum, sum hann var komin hagar við, og teir guldu honum tað fæið, hann hevði kravt av teimum. Hann keypti nú stórt og gott farmaskip, laddi í tað hitt miklafæið, hann hevði fingið í hesari ferð. Síðani stevndi hann til Føroyar við skipinum og lendi har í øllum góðum, reisti búgv í Gøtu um várið, og skortar nú ikki fæ.

Tróndur var stórur maður av vøkstri, reyðhærdur, reyðskeggjutur, frøknutur, grefligur í ásjón, mykur við smámenn, men fagurlátin við tann meira menta og altíð við svikagerð í kvittanum.

Sigmundur Brestisson og Tórir føddir

4. Havgrímur æt maður, hann búði í Suðoy í Føroyum. Hann var mikil maður, ríkur og harðvunnin. Guðrið æt kona hansara; hon var dóttir Snæúlv. Havgrímur var høvdingi yvir øðrum helminginum av oyggjunum og hevði fingið hann í len av Haraldi kongi Gráfeld, sum tá ráddi fyri Noregi. Bráður var hann av lyndi og hevði ikki orð fyri at vera vitur maður.

Einar æt ein heimamaður hansara; han var róptur Suðringur; ein annar var hjá Havgrími, ið æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðhavin, illorðaður, fávitskutur og illskur, latur og meinskur, illgrundað lyguvætti.

Tveir brøður eru nevndir í hesi søgu; teir búðu í Skúvoy; annar æt Brestir og him Beinir, synir Sigmund, sum var bróðir Tórbjørn Gøtuskegg, faðir Trónd. Teir báðir Brestir og Beinir vóru viðgitnir menn og høvdingar, høvdu helvtina av oyggjunum í len av Hákuni jalli Sjúrðason, sum tá hevði vald inni í Tróndheimi, og teir vóru hirðmenn hansara og kærastu vinir. Brestir bar av øllum monnum bæði í stødd og styrki og máddi meir till víggja enn aðrir høvdingar, sum tá vóru í oyggjunum. Hann var ásýniligur maður og fimur í øllum leikum. Beinir var bróðurinum líkur í mongum, men tó ikki javnlíki hansara. Kaldligt var millum teir og Trónda, hoast teir vóru nær skyldir. Brøðurnir vóru ikki giftir, men frillur høvdu teir. Cecilia æt frilla Brestis, men hin, sum fylgdi Beinir, æt Tóra. Sonur Brestir æt Sigmundur; hann vísti tíðliga góð mansevni. Tóri æt sonur Beinir; hann var tvey ár eldri enn Sigmundur.

Annað búgv áttu brøðurnir í Dímun, og tað var tað minna búgvið. Synir teirra vóru blaðungir, tá ið hesi tíðindi vóru. Snæúlvur, verfaðir Havgríms, búði í Sandoynni. Ætt hansara var úr Suðuroyum; hann flýddi haðani til Føroyar fyri manndráp og onnur illskubrøgd. Fyrra partin av ævi síni hevði hann verið í víking og var alsamt líka ódællur og harðrendur.

Skaðatilburðir í Føroyum

5. Bjarni æt ein maður; hann búði í Svínoy og var róptur Svínoyar-Bjarni. Hann var góður bóndi og átti nógv fæ, ógvuliga sniðfundigur maður. Hann var móðurbróðir Trónda í Gøtu.

Tingstaður føroyinganna var í Streymoynni, og har er havnin, teir rópa Tórshavn.

Havgrímur, sum búði í Suðroynni í bygdini Hovi, var mikil blótmaður; tí tá vóru allar Føroyar heidnar.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  • Færeyínga Saga eller Færøboernes Historie i den islandske Grundtext med færøisk og dansk Oversættelse / udgiven af Carl Christian Rafn (1832). Tórshavn: Offset-prent, Emil Thomsen, 1972 - 284 s.
  • Føroyingasøga / útløgd úr íslandskum av V. U. Hammershaimb. Tórshavn, 1884. 137 s.
  • Føringasøga / útløgd og umarbeid av nýggjum av C. Holm Isaksen. Tórshavn: 1904. 116 s.
  • Færeyingasaga. Den islandske saga om færingerne / på ny udgiven af Det kongelige nordiske oldskriftselskab. Keypmannahavn: Det kongelige nordiske oldskriftselskab, 1927. - xix, 84 s.
  • Føroyingasøga / umsett hava Heðin Brú og Rikard Long. Tórshavn: Skúlabókagrunnurin, 1962 - 105 s.
  • The Faroe Islanders' saga / translated and annotated by George Johnston; edited by Michael Macklem; drawings by William Heinesen. Ottawa: Oberon Press, 1975. - 144 s.
  • Færeyinga saga / Ólafur Halldórsson bjó til prentunar; Jón Böðvarsson samdi verkefni fyrir skóla. Reykjavík: Iðunn, 1978 - 180 s.
  • Færinge saga / med tegninger af Sven Havsteen-Mikkelsen; i oversættelse ved Ole Jacobsen og med en efterskrift af Jørgen Haugan. Keypmannahavn: Forum, 1981 - 143 s.
  • La saga des Féroïens / traduit de l'Islandais par Jean Renaud; préface de Régis Boyer. Paris: Aubier Montaigne, 1983 - 133 s.
  • Die Färinger Saga / aus dem Isländischen von Klaus Kiesewetter übersetzt. Ålborg: 1987 - 103 s.
  • Färinga sagan / inledd och översatt av Bo Almqvist; förord av Olov Isaksson; fotografier av Sören Hallgren. Hedemora: Gidlunds Bokförlag, 1992 - 205 s.
  • Føroyinga søga / Sven Havsteen-Mikkelsen teknaði; Bjarni Niclasen týddi; Jørgen Haugan skrivaði eftirmæli. Tórshavn: Føroya skúlabókagrunnur, 1995 - 148 s. (PDF útgáva 2005) Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine
  • Føroyinga søga [ljóðbók (kassettuband)] / Høgni Joensen lesur. Tórshavn: Ljóðbókanevndin, 2003 - 5 kassettubond í 1 húsa

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]