Jump to content

Samandráttur av Føroyingasøgu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Gøtuskeggjar eru ættaðir frá Torsteini Reyða og Eyð hini Findarríku. Torbjørn Gøtuskegg (f. uml. 920) festi Guðruna. Tey áttu Tollakk og Trónd (ff. uml. 950). Tróndur var stórskorin. Tollakkur giftist í Eysturoynni; faðirin Torbjørn, andaðist og varð heygsettur; brøðurnir kastaðu lut um arvin, og Tróndur fekk jørðina í Gøtu, ið var tann besta. Tollakkur flutti í vreiði. Tróndur leigaði jørðina út, gjørdist múgvandi, fór til Noregs, har Haraldur Gráfeldur ráddi, var tó tunglyntur alla tíðina. So fór hann til Háloyrar keypsstevnu í Danmørk, har Haraldur kongur Blátonn ráddi. Hann var á stevnuni, og brøðurnir Sjúrður og Hárekur við honum; teir vilja keypa gullring frá Holmgeiri ríka, skulu tó savna nóg mikið av silvuri saman til dagin eftir.

Silvurið verður lumpað frá teimum, kongur leggur fráfaringarforboð á øll skip. Gøtu-Tróndur ræður kongi til at fáa allar menn á stevnuni at leggja lítið silvur við lítið og bøta brøðrunum skaðan aftur; tað, sum eftir var, endaðu kongur og Tróndur at býta sínámillum. Tróndur var hereftir ríkur, keypti skip og setti búgv heima í Gøtu.

Havgrímur í Suðuroy var giftur við Guðrið, ið var dóttir Snæúlvs, ið búði í Sandoy og hevði verið nógv í víking, og hevði helvtina av Føroyum frá Haraldi kongi Gráfeld. Tey áttu ein son, Øssur, og tveir heimamenn, Einar Suðuroying, ið var skyldmaður Brestis, Beinis og Eldjarnar Kambhøtts. Teir báðir mettu einaferð menn. Einar rósti Bresti og Beini, og Eldjarn rósti Havgrími; tað endaði við, at Einar breyt skallan á Eldjarni. Eftir hetta tveitti Havgrímur hann út.

Brestir og Beinir í Skúgvoy eru synir Sigmundar, bróður Torbjørnar Gøtuskegs. Teir áttu helvtina av Føroyum frá Hákuni jalli Sjúrðarsyni, sum tá ráddi í Tróndheimi. Millum systkynabarnanna Gøtu-Trónd, Brestir og Beinir var kalt. Frilla Brestis æt Cecilia og var av norskari ætt. Frilla Beinis æt Tóra. Sonur Brestis æt Sigmundur, sonur Beinis æt Tórir (ff. uml. 970). Einar flýggjar til teirra og býr hjá teimum. Brestir er lógkønur og vinnur sakarmálið.

Havgrímur og Guðrið fara til Snæúlvs at biðja lógkøn ráð, men Snæúlvur kastar spjót eftir Havgrími. Havgrímur fer so til Gøtu-Tróndar, ið játtar, men biður hann fara til Svínoyar-Bjarna, móðirbróður sín, Gøtu-Trónds, at fáa fleiri menn við.

Brestir og Beinir fara við synum sínum eftir bjargaseyði, Havgrímur, Gøtu-Tróndur og Svínoyar-Bjarni herja á teir; Havgrímur, Brestir og Beinir doyggja. Gøtu-Tróndur vil drepa dreingirnar, Bjarni vil ikki, og Tróndur tekur teir til fosturs, fær stutt eftir allar ognir Brestis og Beinis og hevur alt vald í Føroyum.

Ravnur Holmgarðsfari siglir til Føroya, Tróndur selir honum dreingirnar, teir búgva hjá honum eina tíð, til hann fer á ferð, gevur teimum tá silvur og letur teir fara.

Haraldur Gráfeldur verður nú feldur og Hákun jallur fær valdið, verður tó fyrst undir Haraldi kongi Gormssyni. Sigmundur og Tórir ætla at leita hjálp frá Hákuni jalli, tí fedrar teirra høvdu tænt honum so væl. Teir ganga úr Víkini til Dovrafjalla, koma á eitt einbýli og búgva har í seks ár tilsamans. Bóndin æt Úlvur, hann var ránsmaður, konan Ragnhild og dóttirin Turið. Tá teir fara, siga brøðurnir sína søgu fyri Úlvi, og hann sigur teimum sína og hon er hendan:

á Upplondum búði bóndi, sum æt Tórálvur, konan æt Íðun og dóttirin Ragnhild. Grannarnir itu Steingrímur bóndi, konan Tóra og sonurin Torkil, ið fekk tilnavnið Turrafrost, av tí at hann skeyt boga og ørv, tá tað var turrafrost á jørðini. Torkil biður um Ragnhild, men Tórálvur sýtur honum hetta. Torkil rænir tá Ragnhild, Steingrímur, faðir hansara, biður hann bera hana aftur, Torkil vil ikki, faðir hansara blakar hann tá út. Tórálvur savnar menn og fer at leita eftir dóttrini, men særist í samanbresti við Torkil og hansara menn. Ragnhild og Tórálvur fara heim, Tórálvur doyr av sárunum. Torkil fer heimaftur og verður víðagitin sum Tórálvs bani, gjørdur útlagin og krógvar seg í einum helli eina tíð, fer so og rænir Ragnhild aðru ferð og heldur til fjals. Og har hevur hann verið síðani. Og Torkil og Úlvur eru sami maður.

Sigmundur sigur Úlvi, at Turið er við barn av sær og biður Úlv goyma sær hana. Úlvur biður Sigmund fáa høvdingar at gera so hann ikki er útlagin longur, so hann aftur fær búð millum fólks.

Sigmundur og Tórir fara nú til Hákunar jals á Lað og vera har. Sonur Hákunar jals, Sveinur, fær Sigmund í hernað. Hin sonur Hákunar jals, Eirikur, kemur úr Víkini úr sæti sínum og Sigmundur biður hann fáa seg í hernað hjá Hákuni jalli. Sigmundur fer sjálvur til Hákunar og fær skip, fer síðani til synir hansara, Eirik og Svein jall, og fær hvør sítt skip frá teimum. Sigmundur fer suður í Víkina, gjøgnum Oyrasund og inn í Eystrasalt, fekk tó lítið rænt, tí hann hevði so fáar menn. Hann fer vestur aftur undir Elvarsker, gongur upp á ein hólma og sær fimm skip liggja hinumegin, har av eitt var eitt drekaskip. Randver úr Holmgarði ráddi fyri, barst verður og Sigmundar menn vinna, sigla so aftur til Víkina, hitta Eirik jall, fara so aftur til Hákunar, ið ger Sigmund og Tórir til hirðmenn.

Eirikur kongur hin sigursæli Bjarnason Eiriksson Eyvindarson ræður fyri Sviaríki. Tólv norrønir keypmenn hildu sølustevnu í Sviaríki, har ein drap ein svia; Eirikur kongur frættir hetta og sendir menn at drepa allar teir tólv norrønu. Hákun jallur biður Sigmund hevna teir tólv. Hann fer og rænir svenskar bygdir. Bjørn sýslumaður herjar á at verja. Teir fara at berjast, Sigmundur drepur merkismann Bjarnar og Bjørn sjálvan. So fara teir haðani í Holmgarðar og herja har.

Eirikur kongur sendur boð til sviarnar Vandil og Adil og biður teir drepa Sigmund. Um heystið koma Sigmundur og teir aftur undir Sviaríki, Vandil og Adil leypa á, Vandil doyr og Adil flýggjar og Sigmundur eigur skipini. So sigla teir til Danakongs ríkis og haðani í Víkina til Eiriks jals, og haðani til Tróndheims til Hákunar jals.

Á vári biður Hákun jallur Sigmund fara til Orknoyar at drepa Harald Jarnheys, sum hann hevði gjørt útlagnan. Teir fara í víking, koma til Ongulsoyar, berjast móti Haraldi Jarnheysi, men semjast við hann, og Sigmundur og Haraldur Jarnheys fara í víking saman. Sigmundur fær Harald við sær til Hákunar jals, og tað endar við, at Hákun gevur Haraldi Jarnheysi grið og landavist í Noregi.

Í Føroyum veksur Øssur Havgrímsson upp hjá Gøtu-Tróndi, sum fær honum konu. Tróndur sigur við hann, at teir skulu býta oyggjarnar í helvt sínámillum, Øssur fær ta helvtina, sum Havgrímur hevði átt, og Tróndur ta hjá Bresti og Beini saman við øllum landi og leysafæi, ið teir høvdu átt; og soleiðis verður tað. Øssur átti nú eitt búgv í Hovi á faðirarvi, annað í Skúgvoy, triðja í Dímun á faðirarvi Sigmundar og Tóris. Øssur gjørdi virkisgarð í Skúgvoy (Dímun?) til at verja seg móti Sigmundi, og var oftast har. Tróndur var ríkastur í Føroyum, Øssur næstríkastur.

Sigmundur vil hevna faðir sín, Hákun jallur ger honum tveir knørrir í staðin fyri langfaraskip, og hann og Haraldur fara við. Hákun fer við Sigmundi inn í ein skóg til smáttu, har Torgerð Hørðabrúður býr. Sigmundur nígur fyri henni tvær ferðir, fær síðani ringin frá henni, fær Sigmundi hann til góða eydnu. Síðani skiljast teir, og Hákun er eftir hjá Torgerð. Sigmundur og Haraldur eru á øðrum skipi, Tórir stýrir hinum, óveður kemur og skipini skiljast og reka í fleiri samdøgur. Teir Sigmundur vinna ikki upp Eysturoynna, men koma til Svínoyar, fara til Bjarna garð, men geva honum grið, tí hann bjargaði lívi Sigmundar, tá faðir hansara varð dripin. Teir siga tó, at hann skal við teimum til Eysturoyar, men Bjarni sigur, at tað er ov ringt veður. So sigur Sigmundur, at teir skulu fara til Skúgvoyar (Dímunar?) til Øssurs. Øssur átti son, sum æt Leivur. Teir fara og koma hagar, Sigmundur lesir seg upp og drepur ein mann og sjálvan Øssur. Tá geva Øssurs menn seg yvir.

Tórir varð rikin til Suðuroyar, men hann og Sigmundur hittast, óvist er hvar. Sigmundur og Tróndur avtala semju og skulu hittast á tingi í Tórshavn. Teir eru á tingi, og Tróndur biður Sigmund avgera sáttirnar teirra millum. Sigmundur sigur, at Hákun jallur skal gera av, hvørjar sáttir skulu vera. Tróndur sigur, at hann vil ikki missa nakað av valdi sínum. Tróndur óttast tó Sigmund og gongur undir, at Hákun jallur skal avgera sáttirnar teirra millum, og Sigmundur, Tórir og Haraldur Jarnheys eru í Skúgvoy til veturin er av, og teir fara at finna Hákun jall, men eingin Tróndur kemur, men menn, ið siga, at Tróndur var rikin aftur til Føroya.

Hákun jall ger tó sáttirnar av. Sigmundur hevur valdið á einum fjórðingi av Føroyum, og hann skal fáa valdið á einum fjórðingi aftrat, bæði av Trónda og Øssursa parti. Og Hákun skal ráða hinum partinum afturfyri Brest og Bein, sum vóru hirðmenn hansara. Fyri Havgrím skal einki svarast, tí hann drap Brest, og Øssur heldur einki, tí hann tók ognina hjá Sigmundi og var dripin á henni. Tróndur kann hava landavist sína. Sigmundur skal hava hina helvtina av Føroyum í len.

Sigmundur og Tóri fara til Føroya at siga Trónda sáttirnar, hann játtar, men sleppur at gjalda yvir trý ár. Tróndur ynskir Sigmundi langa høvdingatíð sum hann, Tróndur, hevði havt.

Tróndur tekur Leiv Øssurson til fosturs.

Sigmundur fer til Hákun jalls og er hjá honum um veturin. Summarið eftir at Sigmundur og Tóri gjørdust hirðmenn Hákun jalls fóru teir til frostatings, og Sigmund fær Torkili verfaðiri sínum landavist sína aftur. Hákun sendir boð eftir Torkili og konu og dóttir, og Sigmundar og Turids dóttir, sum æt Tóra (f. uml. 988), og tey vera øll hjá jallinum um veturin. Torkil fekk eina sýslu í Orkadali frá Hákuni og setti búgv har. Sigmundur biður um Turid, og brúdleypið verður hjá Hákun jalli á Lað. Torkil gjørdist hirðmaður og vinmaður Hákun jalls. Sigmundur fer við konu og dóttir til Føroyar um heystið og hava friðarligan vetur. Um várið er ting, Sigmundur krevur annan triðingin av Trónda, sum umber seg við, at hann hevur Leiv Øssurson til fosturs, og vil hava honum tað, Sigmundur eigur hjá sær, í faðirbøtur. Hetta vil Sigmundur ikki, og hann fær at endans fæið, sum hann átti at fáa. Um summarið fer Sigmundur við skattinum, fer síðani aftur til Føroya um veturin. Sigmundur og Svínoyar-Bjarni eru væl, og Bjarni roynir at fáa Sigmund og Trónda at semjast. Á tingi krevur Sigmundur aftur fæið frá Trónda, sum krevur faðirbøtur til Leiv Øssurson. Sigmundur letur fæið standa. Hann fer til Hákun jalls um summarið, Turid er eftir, teir koma til jallin um heystið. Sigmundur er nú sjeyogtjúgu ára gamal og árið er 997.

Sigmundur og Tóri eru við Hákuni og syninum Eiriki við í bardaga móti jómsvíkingum. Sigmundur er fremst upp á skeið Bua Digra og høggur hendurnar av honum við snildum sínum at blaka upp í loft. Um várið fer Sigmundur aftur til Føroya. Nú ræður hann øllum Føroyum.

Ólavur kongur hevði verið tvey ár í Noregi og hevði kristnað um veturin allan Tróndheim. Hann sendur nú boð eftir Sigmundi, kemur til Summøri um summarið, og har hittast teir. Ólavur kongur sigur teir vera líkar: báðir eru djarvir og nutu nógv ilt, áðrenn teir fingu tann heiður, teir vóru bornir til, fedrarnir hjá báðum vórðu myrdir, harnæst teir báðir trælkaðust og vuksu upp í útlegd. Ólavur var í Estlandi til hann var níggju ár, so var hann onnur níggju í Garðaríki, og fekk somu virðing frá Valdimar kongi, sum Sigmundur hevði fingið frá Hákun jalli. Nú hava teir báðir ognast faðirarv og fosturland umsíðir. Ólavur kongur umvendir Sigmund, og teir eru saman um veturin.

Kongur fær Sigmund at kristna Føroyar, ger hann tá til høvuðsmann yvir Føroyum. Hann fer til Føroyar at kristna, men Tróndur fær vent allar bøndurnar frá honum, og teir herja á og lova at drepa Sigmund, um hann ikki lovar ongantíð aftur at vilja umvenda føroyingar. Sigmundur játtar hesum, tí hann er ov illa mannaður. Um veturin 997-98 er hann heima í Skúgvoy.

Um várið kúgar Sigmundur Trónd, Tróndur tekur við kristnari trúgv, Tóri mælir til at drepa Trónd kortini, men Sigmundur vil ikki. Sigmundur kristnar nú allar Føroyar.

Um summarið fer Sigmundur til Ólav kong við skattum og Trónda, men Tróndur nýtir gand, so teir reka skipbrotnir aftur til Føroya tvær ferðir. Sigmundur letur tá Trónda vera eftir í Føroyum, og áleggur honum at halda kristna trúgv og ymiskt annað. Hetta var tó seint á heysti, og tí sat Sigmundur í Skúgvoy um veturin 998-99. Um várið fer hann til kongs, ið vil hava hann riknan burtur. Ólavur Trygvason og Sigmundur royna ítrótt, Ólavur hevur munin. Ólavur biður ringin frá Sigmundi, Sigmundur noktar, Ólavur sigur, at ringurin verður Sigmundi at bana, tí Ólavur veit væl, hvaðan ringurin er komin. Eftir hetta eru teir minni vinir enn áður.

Á sumri fer Sigmundur til Føroya og setist í Skúgvoy. Fer til Lað í Tróndheimi til jallarnar Eirik og Svein, Sigmundur gerst hirðmaður teirra og fær Føroyar í len, fer aftur til Føroya um heystið.

Hjá Gøtu-Trónda vuksu Sjúrður Tollakson og Tórður Lági, bróðursynir Trónda, og Geyti Reyði, systursonur Trónda, og teir og Leivur Øssurson vóru javnaldrar.

Sigmundur og Turid áttu Tóru, Tórálv, Steingrím, Brand og Hera. Sigmundur byggir kirkju í Skúgvoy.

Nú er ting og Sigmundur og Tróndur hittast. Tróndur er fallin frá trúnni, hann krevur faðirbøtur til Leiv av Sigmundi, ið svarar, at Hákun jallur hevur longu dømt teirra millum. Tróndur hóttir hann við, at teir, sum nú veksa upp hjá sær, fara at hevna hetta. Teir eiga tó meir enn helvt móti Sigmundi. Um summarið fara Sigmundur, Tóri og Einar Suðringur í Lítlu Dímun, Gøtuskeggjar herja á teir, Sigmundur og teir sleppa burtur við báðum bátunum, senda fólk út eftir teimum, men Tróndur og teir hava brunnið vita og eru slopnir burtur haðani. Seinni um summarið fara Sigmundur, Tóri og Einar at krevja skuld, Tróndur loypir á, Sigmundur og teir koppa gøtubátin, Tóri vil drepa allar, Sigmundur mælir frá, Sjúrður Tollakson er illur, allir úr Gøtu semjast um ikki at gevast fyrr enn Sigmundur er deyður. Nú líður summarið.

Tíðliga á vetri droymir Tróndur, at nú er gott at leypa á Sigmund, fer, við eru Leivur Øssurson, Sjúrður Tollakson, Tórður Lági, Geyti Reyði, Steingrímur bóndi úr Eysturoy og Eldjarn Kambhøttur, ið tá hevði verið leingi hjá Trónda. Svínoyar-Bjarni var ikki við, tí hann og Sigmundur sáttust. Teir fara til Skúgvoy. Eldjarn Kambhøttur doyr fyrst. Teir søkja at garðinum, Turid er mans maki at stríðast, Tróndur og teir bera eld at, Turid spyr, hvussu leingi teir ætla at berjast við høvuðleysar menn. Tróndur luktar Sigmund, Tóra og Einars fet, Tróndur tevjar sum hundur, til hann kemur til eina gjógv um alla oynna, Sigmundur man hava lopið um gjónna, og teir skulu býta seg sundur og fara eftir hvør sínum enda av gjónni. Úr niðuni loypir Sigmundur og høggur Steingrím undir liðini á Trónda. Sigmundur missir svørðið, og teir tríggir loypa á sjógv, svimja til Suðuroyar, Einar fellir frá, Sigmundur tekur hann á herðarnar, men hann doyr. Nú fellir Tóri frá, Sigmundur tekur hann á herðarnar, svimur til Suðuroyar, tá skolar Tóri av herðunum á honum og druknar. Sigmundur kom upp og sovnaði í fjøruni. Torgrímur Illi var leigulendingur hjá Gøtu-Trónda og átti synirnar Ormstein og Torstein. Hann finnur Sigmund, ið nevnir seg. Torgrímur dregur á at hjálpa honum, sær tá gullringin og drepur tá Sigmund fyri at fáa ringin. Synirnir muta tó ímóti í fyrstuni. Árið er 1005.

Tróndur er farin heim ímeðan, Turid varð nú kallað megineinkjan, og børnini vuksu upp hjá henni enn.

Tróndur og Leivur Øssurson tóku nú allar Føroyar undir seg og bjóðaðu Turid megineinkju og synum hennara sáttir, men tey vildu ikki taka við. So gingu nøkur ár. Tróndur vil hava Leiv giftan við Tóru Sigmundardóttir, fingu kaldliga móttøku, teir bjoða Turid og synum hennara tær sáttir, at bestu menn í oyggjunum skulu døma teirra millum, og tey játta umsíðir. Tróndur ber upp bønarorð, tóktist hetta vera líkligast til fullar sáttir, og beyð sær at bøta um Leivs lut við miklum fæ. Tóra leggur tó tær treytir, at Leivur skal gera eið, at hann ikki drap Sigmund og fáa uppspurt, hvør drap hann, og tá kunnu tey samráðast víðari.

Tróndur og Leivur fara til Suðuroyar til Torgrím Illa. Tróndur og Torgrímur fara innar í stovu, Tróndur spyr, hvat man hava verið teirra Sigmunds bani, Torgrímur heldur, at teir Tróndur hava dripið teir, men Tróndur svarar, at øll vistu, at teir vildu teirra bana, og tí høvdu teir ikki havt dult drápið. Tróndur biður menn sínar leggja Torgrím og synir hansara í fjøtur, gandar síðani teir tríggjar Einar, Tóra og Sigmund fram. Teir finna síðani ringin. Torgrímur játtar nú, og vísir teimum líkini, ið teir jarða í Skúgvoy við kirkjuna hjá Sigmundi. So fær Tróndur Torgrímm og synir hansara at játta, og teir verða hongdir í Havn. Leivur fær nú tóru Sigmundardóttir, og tey semjast øll við fullum sáttum, og Leivur og Tóra seta búgv á faðirarvi Leivs í Hovi. Tórálvur Sigmundarson giftist og setur búgv á Dímun.

Ólavur kongur hevði lagt skatt á alt Noregs ríki, Orknoyar, Hetland, Føroyar og Grønland, men ikki Ísland. Tá hann hevði verið kongur í níggju ár, sendi hann boð eftir Gilla løgmanni, Leivi Øssurson, Tórálvi á Dímun og øðrum bóndasynum. Tróndur skuldi eisini fara, men varð sjúkur og fór tí ikki. Ólavur kongur sigur teimum, at hann vil hava skatt av Føroyum og seta sínar lógir í gildi í Føroyum, og føroyingarnir tora ikki annað enn at játta, og Leivur, Gilli og Tórálvur gjørdust hirðmenn Ólavs. Teir fara heimaftur, og Ólavur sendir sínar menn til Føroya eftir skatti, teir spurdust ikki aftur, føroyingar siga teir ikki vera komnir, hann sendir nakrar aftrat, sum heldur ikki koma afturíaftur. Hetta hevur verið um 1024.

Ólavur kongur sendir boð eftir hirðmonnum sínum, og teir halda kong vilja fregnast um tað mundi passað, at tey bæði skipini, sum vóru horvin, høvdu siglt skeivt. Tórálvur fer í 1026.

Ímeðan skeldar Tróndur Sjúrð, Tórða og Geyta fyri, at teir bara liggja og letast á bríkini í staðin fyri at fara at selja ull. Hinir leypa so upp, og teir og Tórálvur fara út í senn og koma at landi í Hernu tá ið skýmt var. Um náttina fara Tórálvur og ein annar ein náttartúr, Tórálvur verður myrdur og hin oman stoyttur, men doyr ikki. Ólavur hoyrir hetta og stevnir á ting. Ólavur heldur sjálvur, at Sjúrður Tollakson og Tórður Lági hava dripið Tórálv og roynt at dripið hin, tí teir vistu at siga, um at Sjúrður og Tórður høvdu dripið sendimenninar, sum ongantíð komu fram. Sjúrður Tollakson sigur hetta vera ónt slatur og at Tórálvur var fosturbróðir sín og góði vinur, og um hann hevði viljað dripið Tórálv mundi hann heldur gjørt tað heima í Føroyum, og hann bjóðar sær til jarnburð. Fólk halda hann tala satt, kongur illtrúgvin, men avger, at Sjúrður skal bera jarn í Lygru morgunin eftir, og biskupur skuldi vera hjá Tingið verður slitið, kongur fer til Lygru, Sjúrður og hinir fara til skip sítt, og Sjúrður heldur kong hava dripið Tórálv og vilja hava teir dømdar fyri tað, og heldur vera best at rýma, og teir so gera. Tróndur er illur við teir, og teir við hann. Í Noregi halda fólk teir vóru sekir, ikki minst kongur. Um várið fer hann úr Niðarósi at ferðast um landið, suður á Møri, á Summøri, lá í Heroyum, helt hústing og hoyrdi mangt og margt. Á einum hústingi klagar hann um skattin, sum føroyingar ikki vildu lata sær, og vil hava menn at fara fyri seg, allir bóru seg undan uttan Karl Mørski, tó hann var óvinur kongs, fyri at fáa tokka aftur frá kongi, tí hann hevði verið versti víkingur og kongur hevði ofta roynt at fingið hann dripnan. Kongur fyrigav honum afturfyri, búði hann út og sendi Leivi Øssurson og Gilla løgmanni boð um at taka væl ímóti Karli og sendi teimum jartegnir sínar, sum eru prógv at sannføra vitnisburð. So verður ting um summarið 1027, og eru har bæði Tróndur og Leivur og Gilli, við stórum mannfjøldum. Leivur og Gilli og Karl finna saman og eru vinmenn, Karl ber fram boð frá Ólavi, og hinir lova at hjálpa honum. Tróndur letst virða kong og býður Karli at gista hjá sær um veturin. Karl sigur seg heldur vilja gista hjá Leivi, Tóndur býður sær til okkurt annað, Karl biður hann so krevja skatt av Eysturoy og Norðoyum, Tróndur játtar fegin.

Leivur kravdi skatt av Streymoy og suðureftir. Um várið 1028 gjørdist Tróndur sjúkur í brósti og eygum, men fór tó á ting og læt tjalda búðina innan. Karl og Leivur koma inn eftir skattinum, Leivur við monnum fremst, Karl við monnum næst. Teir fáa silvurið, men tað er ikki gott, Tróndur sigur, at bøndurnir hava mutrað menn sínar, tí hann hevur verið sjúkur alt vár, handar Leivi ein annan pung, sum Tróndur hevur fingið í landskuld, men tað var heldur ikki gott. Geyti Reyði ilskast inn á Trónd, at hann finnur seg í slíkum, Tróndur ilskast aftur, gevur tó Levi ein triðja pung. Nú reisist Tórður Lági og ilskast inn á Karl. Leivur og Karl halda hetta vera gott silvur og viga tað í hjálminum hjá Karli uttanfyri á grasinum. So koma nakrir menn og biðja Leiv Øssurson fara í búðina hjá Gilla løgmanni, tí at Sjúrður Tollakson hevði dripið ein mann. Leivur fer við monnum. Geyti Reyði leypir gjøgnum eystmenn Karls og høggur Karl í høvdið, Tórður Lági trýstir øksina heilt inn í skallan á honum, so hann doyr. Menn úr búðini hjá Trónda bera Karl haðani. Tróndur býður fæ afturfyri, at Karl var dripin. Leivur og Gilli tóku ikki við, Sjúrður, Geyti og Tórði vórðu gjørdir útlagnir. Eystmenninir fóru til Noregs at siga Ólavi kongi frá um hetta, men kríggj varð í Noregi, so ikki varð hevnt. Tróndur gav teimum trimum skip og fæ, men teir vildu hava meir og søgdu at Tróndur hevði drigið faðirarv teirra inn undir seg, og teir fóru at skeldast. Teir stevna til Íslands, men sjólátast, og um heystið finnast rekar í Eysturoy, og um veturin ganga nógvir teirra aftur í Gøtu og aðrastaðni í Eysturoy og gera skaða, Tróndur torir ongastaðni at fara einsamallur veturin 1028.

Tróndur sendir boð til Leiv Øssurson og teir semjast um at forbjóða monnum at hava vápn við sær á ting. Leivur spyr Gilla løgmann um ráð. Teir vóru systrasynir. Gilli trýr ikki Trónda, semjast tó um at almenningurin skal vera vápnaleysur, handgingnir menn ikki. Um summarið á tingi ganga Leivur og Gilli burturfrá og síggja Sjúrða Tollakson, Tórða Lága og Geyta Reyða fyri miklum herliði, teir koma á ting, Tróndur fer til teirra, og hann vil antin døma sátt millum Leiv og Gilla, og Sjúrða, Tórða og Geyta. Leivur og Gilli játta, tí teir eru illa mannaðir. Tróndur vil, at Sjúrður, Tórði og Geyti fáa landavist í Føroyum, Tróndur skal ráða á triðingi av Føroyum, Leivur øðrum triðingi, og synir Sigmundar triðja triðingi, og Tróndur býður sær til at fostra Sigmund, son Leivs. Leivur sigur, at Tóra skal ráða í tí. Tóra vildi væl, og so varð. Tað var um summarið 1029.

Kongur í Noregi var Sveinur, og Alfiva var móðir hansara. Tróndur, Sjúrður, Tórði og Geyti vóru heima í Gøtu. Tróndur var ógiftur, men átti dóttir, sum æt Guðrun. Tróndur blakar teir út, tí teir letast bara, Sjúrður sigur, at hann var lagstur á faðirarv teirra. Teir fara at skeldast og fara síðani til Streymoy. Har búði Tórhallur Ríki og konan Streymoyar-Birna. Tórhallur var gamal og góðtrúgvin, og Sjúrður, Tórður og Geyti fara til hansara og bjóða sær til at krevja inn fyri hann, tí hann átti nógv til góðar, men fekk lítið aftur. Tórhallur játtar. Sjúrður verður ríkur, og teir tríggir búgva hjá Tórhalli um veturin 1029. Sjúrður og Birna finna saman. Um várið vil Sjúrður, at hann og Torhallur skifta búgvið ímillum sín, og Birna vil tað eisini. Tórhallur letur sær eftirlíka, og Sjúrður og Birna skumpa hann nú til viks og ráða øllum sjálvi.

Eitt skip ferst undir Suðuroynni. Tríggir brøður, Havgrímur, Bjarngrímur og Hergrímur koma lívs á land. Sjúrður, Tórður og Geyti bjoða teimum heim til Tórhalls, sum dámdi hetta illa, men Sjúrður segði at tað skuldi einki kosta honum. Teir búgva har, Torhallur og Bjarngrímur fara at skeldast, Sjúrður fær rættlag í, gevur teimum eitt skip, og so ganga teir og mala inn. Ein dagin Sjúrður er úti, drepa teir Tórhall. Teir fara oman á skipið og drepa teir og taka fæið. Sjúrður og Birna giftast og fáa nógv børn.

Torvaldur í Sandoy og konan Tórbera, gamal og ríkur. Geyti býður sær til at krevja skuldir inn fyri hann, býr hjá honum leggur ástir saman við Tórberu, og fær kravt nógv inn. Ein fiskimaður kemur inn, hann skyldar Torvaldi fæ, men vil ikki lata tað, tað endar við at fiskimaðurin drepur Torvald, Geyti drepur tá fiskimannin. So giftast Geyti og Tórbera og eiga alt.

Tóri Beinisson átti son, ið æt Leivur Tórason, og hann sigldi farmasigling millum Føroyar og Noreg og búði annaðhvørt hjá Leivi Øssurson og Turid megineinkju og synum hennara. Men so einaferð býður Sjúrður Tollakson honum heim til sín í Streymoynna at gista. Hetta dámar Leivi Øssurson illa. Men Leivur Tórason fer til Sjúrð Tollakson at búgva um veturin. Ein dagin um várið fer Sjúrður at krevja skuldir frá granna sínum, Bjørn, og vil hava Leiv við sær. Teir fara, ilt kemur og Bjørn høggur eftir Sjúrða, men Leivur leyp fyri og fær høgg Bjarna og doyr, harnæst Sjúrður drepur Bjørn. Eingin trýr Sjúrða hesum. Turid megineinkja og Tóra dóttir hennara átala Leiv Øssurson, tí tær syrgdu Leiv Tórason og høvdu illbatan av, at Sjúrður Tollakson hevði dripið hann. So droymdi Turid um Sigmund Brestisson og hann bað hana ikki vera illa við Leiv Øssurson, tí hann fór skjott at beina skommina frá teimum. Skip lendi í Streymoynni stutt frá Sjúrða Tollaksons garði. Skiparin æt Arnljótur og kemur á tal við Skofta, sum býr har, sum teir lenda og var í arbeiði hjá keypmonnum, og sigur, at Bjarngrímur og hinir vóru synir sínir, og vildi hevna teir. Skofti sigur at hann skal lata Arnljót frætta tá tað liggur væl fyri at søkja at Sjúrða Tollakson. Um summarið 1030 fara Sjúrður og hinir báðir í eina oyggj at taka skurðseyð, og Skofti sigur Arnljót frá. Teir fara, men Sjúrður hevur somu ráð sum Sigmund hevði á sinni móti Trónda, at leypa hvør sín veg og síðani hittast aftur við bátin, har teir drepa hvør sín mann, rógva avstað til bátin, drepa menninar umborð og fara við báðum bátunum at savna menn og fara síðan út aftur í oynna. Tórður Lági vil geva teimum grið, og Sjúrður vil hava trinnar mannbøtur. So fór Arnljót úr aftur Føroyum, og Sjúrður gjørdi Skofta útlagnan til Noregs.

Sjúrður Tollakson vil hava Tórða Lága giftan við Turid megineinkju 1034. Turid sigur seg vilja ráðast um tað og senda boð seinni. Sjúrður er glaður Tórða vegna, men Tórður er illgrunasamur. Turid hitti Leiv Øssurson Tóru dóttir sína, Tóra sigur hetta vera gott agn at hevna við. Tað semjast øll um. Tey fara tó til Trónda eftir Sigmundi soni sínum, tí hann má ikki vera hjá Trónda um tað kemur til skarpskeringar millum tey og Sjúrða Tollakson Tey fara til Trónda, og Tóra sær Sigmund son sín, ið tá var níggju ára gamal. Hann hevði lært saksøking og rættargang, pater noster og kredduna hjá Trónda, ið Tóra helt líktist ongum, Tróndur sigur, at mangar eru kreddurnar, allar líka góðar. Dúgliga varð drukkið, Tróndur var kátur og biður reiða ból til teirra, og Leivur sigur, at tey kundu væl gista har. Tóra vil at Sigmundur skal liggja hjá sær um náttina at siga frá ferðum sínum. Um náttina biður Tóra Leiv fara at hola hvønn bát í oynni. Tóra og Sigmundur fara í bátin, Leivur fer til Trónda at takka fyri blíðskapin, Tróndur vil ikki at Sigmundur skuldi fara, men Leivur fer, og tey fara heimaftur.

Sjúrður Tollakson og Tórði Lági koma dagin eftir, Tórður grunar ilt. Teir komu væl til Skúgvoy, Tórður vil ikki við, Sjúrður fer einsamallur. Ta hann kemur upp eru allar hurðar aftur, men at kirkjan er opin og ein kona gongur út úr heni. Tað var Turid, og tey setast á eitt træ at tala saman. Hon vil venda sær móti kirkjuni og fær sín vilja. Hon sigur at Leivur er ikki heima, men synirnir eru heima. Og Turid sigur seg heldur vilja hava Sjúrð sjálvan. Sjúrður heldur um hana, men hon togar møttul hansara um seg, tá kemur Heri Sigmundason við svørði í hendi, Sjúrður smoyggir seg úr møttlinum og rennur avstað. Heri og fleiri aðrir renna aftaná, Heri kastar spjót, Sjúrður fer undan, tekur spjótið sendir tað aftur í miðjuna á Hera. Leivur leypir oman í fjøruna og høggur Sjúrða í síðuna, sum hann skal fara í bátin. Leivur mannar bát og fer aftaná teimum. Sjúrður og teir koma á land í Streymoy, Sjúrður gongur niðan til eitt neyst og doyr har. Teir fluttu líkið heim og setast at eta nátturða. Tá kemur Leivur við sínum monnum og bera eld at húsunum hjá teimum. Geyti Reyði loypir út og berjist við Steingrím Sigmundarson, hjó knæskelina av honum. Tá kemur Leivur Øssurson og drepur Geyta. Tórður Lági drepur Brand Sigmundarson, men Leivur drepur Tórða.

Leivur verður víðagtitin, Tróndur syrgdi seg í hel. Leivur ræður nú yvir øllum Føroyum. Leivur fer nú til Noregs til Magnus kong Ólavsson og tekur Føroyar í len av honum og býr har til ellisár. Sigmundur sonur hansara býr í Suðuroy. Turid og Leivur doyggja meðan Magnus var kongur, Tóra var hjá Sigmundi soni sínum. Sonur Sigmunds æt Havgrímur, synir hansara Einar og Skeggi. Steingrímur halti Sigmundarson búði í Skúgvoy.