Nes, Vágur
Appearance
| Nes | |
| Næs (danskt) | |
| Bygd | |
Nes | |
| Land | |
|---|---|
| Sýsla | Suðuroyar |
| Oyggj | Suðuroy |
| Kommuna | Vágs kommuna |
| Íbúgvar | 30 (2015)[1] |
| Postnummur | FO-925 |
| Markatal | 11-12-00 |
Nes (danskt: Næs) er ein bygd í Suðuroy í Føroyum. Listakvinnan Ruth Smith búði á Nesi í nøkur ár, til hon druknaði á Vágsfjørði, uttanfyri Nes, har hon plagdi at svimja. Nes hoyrir til Vágs kommunu. Nes liggur millum bygdirnar Vág og Porkeri. Av Nesi sær man beint yvir á bygdirnar Lopra og Akrar. Toppurin á Beinisvørði sæst eisini av Nesi.
Nes hevur 30 íbúgvar (2015).[1]
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Á Nesi
- Á Nesi

