NAFTA

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
NAFTA-teknið.

NAFTA (stytting fyri North American Free Trade Agreement) er norðuramerikonsk fríhandilsavtala, ið ger, at USA, Kanada og Meksiko eru ein fríhandilsmarknaður. Fríhandilsavtalan kom í gildi tann 1. januar 1994, undir Bill Clinton. Men hon hevur sín uppruna heilt afturi í 1979. Tá tók nú fyrrverandi forsetin Ronald Reagan hugskotið um eina fríhandilsavtalu í Norðuramerika við sum vallyfti, í síni roynd at gerast forsetavalevni hjá Republikanska Flokkinum. Seinni bleiv so NAFTA fríhandilsavtalan undirskrivað av George Bush eldra, táverandi forseta, tann 17. desember 1992.


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið