Jump to content

Lambareiði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lambareiði
Lambaejde (danskt)
Bygd
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Runavíkar kommuna
Íbúgvar 7 (2015)[1]
Postnummur FO-626
Markatal -

Lambareiði er ein bygd í Eysturoynni. Lambareiði er niðursetubygd frá 1878 og í dag (2020) búgva 6 fólk í bygdini.[1] Fyrstu hjúnini, sum búsettust á Lambareiði vóru Jørgen Solmunde (1848) úr Søldarfirði og Johanne Elisabeth Marie Magnussen úr Horni (1857) av Skála. Niðursetubygdin Lambareiði man vera ein av teimum minni kendu bygdunum í Føroyum. Har eru trý setús, sum hava sítt egna postnummar, 626. Fyrstu fólkini búsettust har í 1878.

  1. 1.0 1.1 Hagstova.fo
Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana