Kári Sverrisson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Kári Sverrisson í 2015

Kári Sverrisson er ein føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður. Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á Amnesty International fløguni fyri sløkum 15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein tann mest nýskapandi bólkurin í føroyskari tónleikasøgu. Sum einstaklingur hevur Kári javnan framførslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísusangararnar, sum Føroyar hava átt. Røddin er sera egin og hann var millum uppskotini til besta sangara á Planet Awards. Á Asfalt hevur Kári fingið Føroya besta botn við sær. Føroya besti trummuleikari sambært AME Rógvi á Rógvu og Føroya besti bassleikari somuleiðis sambært AME Arnold Ludvig vóru við til at gera framførsluna til eina bólkaframførslu.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Egnar útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Umframt[rætta | rætta wikitekst]

Við Bendum spónum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 Hvussu bendir mann spónir?

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2014 - Vann heiðurin sum Ársins tekstur á Faroese Music Awards, Jóanes Nielsen hevði skrivað tekstin til sangin Lívið er júst sum tað er, sum Kári Sverrisson hevur gjørt lag til og syngur
  • 2014 - Tilnevndur sum Ársins sangari ella einleikari á Faroese Music Awards í Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkinum (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins bólkur ella einstaklingur (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins fløga í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk fyri Nøkur fá fet aftrat (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins sangur í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk fyri Stóra lívmóðurin (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins einleikari ella bólkur í Opna bólkinum (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins lag/verk í Opna bólkinum (vann ikki)

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið