Jump to content

Hjarta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Menniskjahjarta - 1. Høgra forkamar (atrium dextrum) 2. Vinstra forkamar (atrium sinistrum) 3. Vena cava superior 4. Aorta bogin (arcus aortae) 5. Lungaarterian (truncus pulmonalis) 6. Lungavenan (venae pulmonales) 7. Mitral klappin (valva mitralis) 8. Aorta klappin (valva aortae) 9. Vinstra hjartakamar (ventriculus sinister) 10. Høgra hjartakamar (ventriculus sinister) 11. Vena cava inferior 12. Trikuspid klappin (valva tricuspidalis) 13. Lunga klappin (valva trunci pulmonalis)

Hjarta (latín: cor, genitiv cordis) er gagn, ið pumpar blóð runt í kroppinum á menniskjum og djórum. Hjarta er ein vøddi, men hevur eisini streymleiðandi vevnað og hjartaklaffar. Uppbygnaðurin á hjartanum sæst á myndini til høgru.

Hjarta á menniskjanum, súgdjóri og fugli er býtt sundur í fýra kømur, sum eru skild sundur við fýra klaffum, hjá skriðdjóri og paddu eru trý kømur og hjá fiski eru tvey kømur. Hjarta á einum menniskja er nøkulunda líka stórt sum ein knýttur nevi og er mitt í bróstkassanum (thorax) eitt sindur til vinstru fyri miðlinjuna á kroppinum. Í hvílu slær hjarta umleið 60-100 sløg um minutti. Iltað blóð verður pumpað út í ringrásina gjøgnum høvuðspulsæðrina (aorta) og ófiltrað blóð gjøgnum lungnaarteriuna út í lungnaringrásina.

Menniskjahjartað vigar umleið 300 gramm og er umleið 12x9x6 cm til støddar. Hjarta er í bringukassanum beint uppi yvir diagphragma

Forkømurini trekkja seg saman og blóðið verður pumpað niður í hjartakømrini.
Tá ið hjartakømurini trekkja seg saman, lata hjartaklaffarnir seg saman og blóðið verður pumpað út í arteriurnar.

Kanningar av hjartanum

[rætta | rætta wikitekst]

Hjartasjúkur

[rætta | rætta wikitekst]

Iskemiskar hjartasjúkur

[rætta | rætta wikitekst]

Arytmi/rútmuórógv

[rætta | rætta wikitekst]

Bruni í hjartanum

[rætta | rætta wikitekst]

Aðrar kardiologiskar sjúkur

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið