Blóð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Blóðrenslið

Blóð er flótandi vevnaður[1], sum fyllir blóðrenslið og flýtur gjøgnum kroppin. Blóðrenslið er hjarta, sum pumpar tað gjøgnum pulsæðrarnar (arteriur), tær hártunnu blóðæårarnar (kapillerini) og blóðæðrar (venur). Tann týdningarmiklasta uppgávan hjá blóðinum er at føra ilt og føðsluevni runt um allan kroppin til sellurnar og at fáa affalsevni burtur úr sellunum aftur. Eitt vaksið menniskja inniheldur 4-5 litrar av blóði.

Við stórum skurðviðgerðum, har roknað verður við at sjúklingurin missur nógv blóð, ella til heilivág, sum hjálpir móti ávísum sjúkum, letur man sjúklingin fáa frískt blóð við blóðyvirføring. Til hetta endamálið verða blóðdonorar tappaðir fyri blóð við jøvnum tíðarbilum, har umleið ein hálvur litur verður tikin. Blóðið verður tó ikki givið í síni heild við blóðyvirføring, men verður býtt sundur í ymiskar komponentar (erythrosyttar, frískt fryst plasma, thrombosyttar), sum hvør í sínum lagi kann gevast til sjúklingar eftir teirra serstaka tørvi.

Blóð hevur 25 billiónir reyð blóðlikam (erythrosyttar), 1,5 billiónir blóðplátir (thrombosyttar), 35 milliardir hvít blóðlikam (leukosyttar) og umleið 2½ litir plasma, sum inniheldur eina røð av ymiskum eggjahvítaevni (proteinir).

Tað finst ein long røð av blóðtýpuskipanum, sum eru grundaðar á í hvussu stóran mun yvirflatuantigenini á erythrosyttunum fyrikoma. Millum tær týdningarmestu skipaninar er AB0 (har man býtir upp í fýra blóðflokkar: A, B, AB og 0 (null)) og Rhesus (har man skilur ímillum Rhesus-positiv og Rhesus-negativ).

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. L. Hansen, V. Lieth, M. Looft, I. Olsen, H. Andersen: “Medicinske fag”, 1. útgáva, ISBN 87-628-04677, s. 135
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið