Menniskja
Appearance
Menniskjað (frøðiheiti: homo sapiens sapiens) hoyrir upp í súgdýrabólkin, vit nevna primatar. Aðrir primatar eru mannapur og apur, og teimum líkjast vit mest. Menniskjað er bara eitt av teimum uml. 4000 hugtakandi súgdýrasløgunum á jørðini. Upphavið at apum og menniskjuni var proconsul, ein lítil primatur, sum livdi uppi í trøunum fyri 25 m.á.s. Eftirkomarar hansara lagaðu seg eftir umstøðunum. Nakrir hildu til í tropiskum regnskógum og vórðu til apur. Aðrir lagaðu seg til lívið á víðu grasfløtunum og gingu, sum australopithecus upprættir á tveimum beinum, og fingu tí nýtt framlimirnar til annað enn bara at ganga og styðja seg við. Sum tíðin leið, vórðu teir til menniskju.