Skriðdýr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kamelónir
Reptiles.jpg
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Reptilia

Skriðdýr (frøðiheiti - Reptilia) eru til dømis stórar grønoydlur, slangur og krokudillur. Skriðdýr hava roðslu og verpa. Summi liva í vatni, onnur á landi. Flestu skriðdýr eru í hitalondum. Forfedrar skriðdýranna eru dinosaurarnir, ið livdu á jørðini í 150 mió ár, men doyðu so brádliga út fyri 60 mió árum síðan. Nú á døgum eru eini 6.500 skriðdýrasløg, frá um 7 m. longu pythonslanguni til ta lítlu dvørgagekkoina, ið bara er 33 mm. long. Súgdjór hava heitt blóð, men skriðdýr hava kalt blóð, sólarhitin veitir teimum orku at flyta seg úr stað.

Tey verða greind sundur í fimm høvuðsbólkar: slangur, oydlur, skjaldbøkur, krokodillur og brúoydlur. Eðlur eru størsti skriðdýrabólkurin, eini 3.800 sløg, men bara eitt brúoydlaslag er.

Ættbólkar[rætta | rætta wikitekst]