Dinosaurur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Dinosaurur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Reptilia
Hópur: {{{hópur}}}

Dinosaurar, ella dinosavrar, eru ein bólkur av útdeyðum risastórum skriðdjórum. Dinosaurar ráddu uppi á landi í nógv milliónir ár, frá triastíð til seinast í krittíð (146-65 m.á.s.). Tyrannosaurus rex var størsti dinosaururin, ið át kjøt. Hann er størsta ránsdýr, sum nakrantíð hevur livað á landi, tað nakar veit um. Hann var næstan 12 m langur og 6 m høgur, tá ið hann stóð á afturbeinunum. Tyrannosaurus rex hevði stórar, bogaðar tenn og sterkan undir- og yvirkjaft og hvassar kløur á tónum. Hann jagstraði helst aðrar dinosaurar, sum livdu í flokki og ótu plantur, og tók teir smæstu og veikastu burturúr, umframt at hann át ræ av dinosaurum.

Hornutur dinosaurar varð til í krittíðini. Hann át plantur og hevði horn av beini, og stóran beinkraga um hálsin og herðarnar, sum vardi hann, legði okkurt ránsdýr á hann. Triceratops var ein av teimum seinastu dinosaurunum og doyði ikki út fyrr enn seinast í krittíðini. Nógvir granskarar eru sannførdir um, at tað var ein risameteorur, sum beindi fyri dinosaurunum fyri 65 mill. árum síðani.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið