Hilmar Bech
Appearance
| Hilmar Bech | |
|---|---|
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 19. jul 1933 í/á Porkeri |
| Andaðist | 18. aug 2016 |
| Starv | politikari, lærari |
| Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
| Dátuheiti | |
Jegvan Hilmar Bech (føddur 19. juli 1933 í Porkeri, deyður 18. august 2016) var ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann varð útbúgvin lærari frá Haslev seminarium frá 1958, og starvaðist sum lærari í Vági 1958–1959, og síðan í Porkeri til 1999. Hann var bygdarráðslimur í Porkeris kommunu 1962–1966. Hann hevði eisini fleiri onnur almenn álitisstørv. Hann umboðaði Javnaðarflokkin á Føroya Løgtingi frá 1970–1984, valdur inn í Suðuroyar valdømi. Løgtingsformaður 1979–1980. Bech var varalimur til Løgtingið 1984–1990.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 258. (PDF Archived 2023-02-23 at the Wayback Machine)