Hillsong

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hillsong logo.
Hillsong Church í Sydney.

Hillsong er kirkja í Sydney. Tónleikur hennara við greiðum kristnum boðskapi er kendur um allan heimin og verður sendur á fleiri sjónvarpsstøðum. Millum aðrar sendir TV Visjon Norge tíðum henda tónleik. Hillsong rørslan hevur sín uppruna í Sydney í Avstralia.

Á Youtube liggja meira enn 60 klipp við sangi og tónleiki frá Hillsong, og fleiri teirra hava sera høg vitjanartøl. "With All I Am" hevur verið sæddur meira enn fýra milliónir ferðir í tey tvey árini, hann hevur verið atkomuligur á Youtube. "All I Need Is You" er vístur 2,3 milliónir ferðir og "I Will Run To You" 1,5 milliónir ferðir. Sangirnir liggja í fleiri ymsum útgávum og kunnu tí vera sæddir uppaftur oftari, um lagt verður saman.

Hillsong samkomur eru eisini í Kiev í Ukraina, Stockholm í Svøríki, London í Bretlandi, Cape Town í Suðurafrika og sjálvandi eisini í Sydney í Avstralia, har rørslan av fyrstan tíð byrjaði.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið