Hans Jacob Jacobsen
Heðin Brú | |
---|---|
Heðin Brú á einum føroyskum frímerki frá 1988 | |
Fødd(ur) |
Hans Jacob Jacobsen 17. august 1901 Skálavík |
Andaðist |
18. mai 1987 (86 ár) Tórshavn |
Útbúgving | Búnaðarfrøðingur |
Hans Jacob Jacobsen (skaldanavn Heðin Brú) varð føddur í Skálavík 17. august 1901. Andaðist 18. mai 1987. Hann hevur havt stóran týdning fyri føroyska bókmentasøgu og er rithøvundurin aftanfyri m.a. skemtiligu skaldsøguna Feðgar á ferð. Eisini hevur hann skrivað ymiskar stuttsøgur.
Hans Jacob Jacobsen var á Føroya Fólkaháskúla veturin 1919 - 1920, og haðani fór hann til Danmarkar á landbúnaðarskúla. Síðani arbeiddi hann nøkur ár á ymsum gørðum, og í 1925 fór hann á Landbúnaðarháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv sum búnaðarfrøðingur í 1928. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, arbeiddi hann innan landbúnaðin, og í 1942 varð hann settur sum búnaðarráðgevi. Skrivingin, sum var byrjað í lestrarárunum í Danmark, var ítriv, hann hevði við síðuna av dagliga yrki sínum. Umframt skaldsøgur og stuttsøgusøvn týddi hann ein hóp av bókmentum til føroyskt.
Hansara síðstu dagar gingu mest við at týða ymisk ævintýr og at skriva bókina Endurminningar, og í 1982 vann hann tann høgt metta bókmentaheiðurin Holberg-medaljuna.
Virðislønir
[rætta | rætta wikitekst]- 1964: Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens
- 1964: Statens Kunstfond (fyri Fjallaskuggan)
- 1980 saman við Elinborg Lützen: Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs( fyri Ævintýr I-VI)
- 1982: Holberg-medaljan
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Egin verk
[rætta | rætta wikitekst]- Lognbrá, skaldsøga, 1930
- Fastatøkur, skaldsøga, 1935 (framhald av Lognbrá)
- Fjallaskuggin, stuttsøgusavn, 1936
- Feðgar á ferð, skaldsøga, 1940
- Flókatrøll, stuttsøgusavn, 1948
- Leikum fagurt, skaldsøga, 1963
- Purkhús, stuttsøgusavn,1966
- Men lívið lær, skaldsøga, 1970
- Búravnurin, stuttsøgusavn, 1971
- Tað stóra takið, skaldsøga, 1972
- Endurminningar, 1980
Týðingar
[rætta | rætta wikitekst]- Ævintýr 1, 1959
- Ævintýr 2, 1964
- Ævintýr 3, 1968
- Ævintýr 4, 1970
- Knut Hamsun: Vælferðin, 1972
- Ævintýr 5, 1973
- Martin A. Hansen: Dupultmyndin, søgusavn, 1973
- Ævintýr 6, 1974
- William Heinesen: Glataðu spælimenninir, 1975
- William Heinesen: Móðir sjeystjørna, 1975
- F. M. Dostojevskij: Tey á Steffansleiti, 1977
- F. M. Dostojevskij: Karamasovbrøðurnir, bd I - III, 1978