Gujana
| |||
| Tjóðarslagorð: "One People, One Nation, One Destiny" | |||
| Tjóðsangur: Dear Land of Guyana, of Rivers and Plains | |||
| Alment mál | Enskt | ||
| Høvuðsstaður | Georgetown | ||
| Forseti | Irfaan Ali | ||
| Forsætisráðharri | Mark Phillips | ||
| Fullveldi | 26. mai 1966 (frá Stóra Bretlandi) | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
215.000 km² 8.4 % | ||
| Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki |
791.739 3.502/km² | ||
| Gjaldoyra | Dollar (GYD) | ||
| Tíðarøki | UTC -4 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .gy | ||
| Telefonkota | +592 | ||
Gujana (enskt: Guyana) er eitt land í landnyrðingshorninum av Suðuramerika, sum hevur strond út til Atlantshavið. Gujana hevur mark til Brasil, Surinam og Venezuela. Høvuðsstaðurin eitur Georgetown, tað er eisini størsti býur í Gujana. Bara 791.739 fólk búgva í Gujana í 2023,[1] tey flestu í høvuðsstaðnum ella tætt við høvuðsstaðin Georgetown á slættlendinum við strondina. Gujana er indiánskt orð og merkir "landið við nógva vatninum", tí at so nógvar áir renna norður ígjøgnum landið út í Atlantshav. Gujana var leingi bretskt hjáland, men gjørdist frælst ríki í 1966. Landið flytur út sukur og aluminiumsmálm; har er nógv náttúrutilfeingi, serliga viður og steinsløg.
Mesta fólkið í Gujana eru eftirkomarar eftir verkafólk og trælir, sum vórðu fluttir til landið at arbeiða í sukurlundunum. Í 17. til 19. øld vórðu mangir trælir úr Afrika førdir hagar. Tá ið trælahald varð avtikið í bretska heimsveldinum í 1833, komu mangir indarar higar at arbeiða í staðin fyri trælirnar. Upprunafólkið í Gujana, karibindiánar, eru um 60.000 tilsamans. Niðurlendingar vóru fyrstu evropearar í Gujana, og teir búsettu seg við ánna Essekuibo í 1615. Teir gróðursettu sukurrør, kakaotrø og aðrar tropiskar plantur; verkafólkið í lundunum vóru trælir úr Vestur-Afrika. Bretar tóku ræðið í landinum í 1814 og løgdu seg mest eftir at dyrka sukur. Nú eru sukur, rís, aluminiumsmálmur og gull týdningarmestu útflutningsvørurnar.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Gujana gjørdist hálendskt hjáland í 17. øld, men gjørdist partur av Stóra Bretlandi í 1815. Gujana gjørdist sjálvstøðug tjóð hin 26. mai 1966.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Guyana". CIA – The World Factbook. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-01-07. https://web.archive.org/web/20210107032754/https://www.cia.gov/the-world-factbook/countries/guyana/. Heintað 2023-12-22.
