Charles Lindbergh

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Charles Lindbergh
Col Charles Lindbergh.jpg
Charles Lindbergh, Harris & Ewing photo studio
Fødd(ur) Charles Augustus Lindbergh
(1902-02-04)februar 4, 1902
Detroit, Michigan, USA.
Andaðist august 26, 1974(1974-08-26) (aldur 72)
Kipahulu, Hawaii, USA.
Deyðsorsøk
Complications of Lymphoma
Hvíldarstaður
Palapala Ho'omau Kirkjugarðurin
Tjóðskapur Amerikanskur
Útbúgving Wisconsin-Madison Háskúli (fekk ikki prógv)
Alma mater Little Falls High School (1918)
Starv Flogskipari
Rithøvundur
Uppfinnari
Rannsóknarfari
Aktivistur
Hjúnafelagi(ar) Anne Morrow Lindbergh (g. 1929)
Børn Við Anne Morrow Lindbergh:
Charles Augustus Lindbergh Jr.
Jon Lindbergh
Land Morrow Lindbergh
Anne Spencer Lindbergh (Perrin)
Scott Lindbergh
Reeve Lindbergh (Brown)
Við Brigitte Hesshaimer:
Dyrk Hesshaimer
Astrid Hesshaimer Bouteuil
David Hesshaimer
Við Mariettu Hesshaimer:
Vago Hesshaimer
Christoph Hesshaimer.
Við Valesku (ókent eftirnavn):
sonur (navn ókent)
dóttir (navn ókent)
Foreldur Charles August Lindbergh
Evangeline Lodge Land Lindbergh
Hernaðarlig lívsleið
Tilknýti  USA
Service/branch  USA Herur
 USA Air force
Ár í hervaldinum 1925–1941, 1954-1974
Tign US-O7 insignia.svg Brigadier general
Heiður Medal of Honor (1927)
Distinguished Flying Cross (1927)
Undirskrift Charles Lindbergh signature.svg

Charles Augustus Lindbergh (4. februar 190226. august 1974), eyknevni: Slim, Lucky Lindy, og The Lone Eagle, var ein amerikanskur flogskipari, rithøvundur, uppfinnari, rannsóknarfari og aktivistur.

Charles gjørdist kendur, tá hann tann 20. - 21. mai 1927 fleyg einsamallur í flogfari sínum, Spirit of St. Louis, tvørtur yvir Atlantshavið.

Hann fleyg 5 800 kilometrar frá New York City í USA til París í Fraklandi, flogferðin tók 33 og ein hálvan tíma, og var hetta fyrstu ferð, nakar hevði megnað slíkt avrik. Charles var tá 25 ára gamal og starvaðist sum postmaður í amerikanska fogherinum. Sum viðurkenning fyri hetta søguliga avrik varð hann heiðraður við Medal of Honor, ið er hægsta viðurkenning innan amerikanska herin. Í síðstu helvt av 1920-árunum og fyrru helvt av 1930-árunum nýtti Charles navnafrægd sína til at upplýsa um flogferðslu, bæði almenna og hernaðarliga posttænastu í Norður- og Suðuramerika.

Í mars vóru Charles og kona hansara Anne úti fyri tí harmleika, at ungi sonur teirra, Charles Lindbergh Jr., varð rændur og myrdur. Hendingin varð kallað "Brotsverk aldarinnar" ("Crime of the Century"). Hendingin hevði eisini við sær, at familjan Lindbergh í loyndum flutti til Evropa, har tey føldu seg tryggari enn í miðlarákinum í USA. Familjan flutti aftur til USA í apríl 1939.

Áðrenn USA fór upp í Seinna heimsbardaga, hevði Charles verið dyggur fortalari fyri at halda landið uttanfyri alheims ósemjur, júst sum pápi hansara, ið var tingmaður, hevði gjørt í Fyrra heimsbardaga. Sjálvt um Charles var ímóti krígnum, stuðlaði hann fullt undir hernaðarliga stríðið eftir Pearl Harbour og virkaði sum borgarligur vegleiðari hjá herinum ígjøgnum Franklin D. Roosevelt, forseta USA. Forsetin hevði noktað at loyva Charles aftur uppí herin, har hann hevði sagt frá starvinum í apríl 1941.

Í seinni árum sínum gjørdist Charles prísvinnandi rithøvundur, rannsóknarfari, uppfinnari og umhvørvisverndarfólk.

Charles Lingbergh á vitjan í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Í 1933 lendi flogfarið hjá Charles á Trongisvágsfirði, tað vóru stórtíðindi tá í tíðini. Kona hansara, Anne Morrow, var við honum á ferðini, og var hon annarpilotur. Tey høvdu stutta tíð frammanundan mist son sín eftir at hann varð rændur og myrdur, so tey høvdu ikki hug at vera við í veitslulag. Tey ótu døgurða hjá Guðmundi Mortensen og hildu leið sína víðari dagin eftir. Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn hevur myndir frá hendingini.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://issuu.com/atlanticairways/docs/ar_2013_01_issuu/23