Brúkarakjak:Skótin
Vælkomin á føroysku Wikipediu!
Hey Skótin, og vælkomin til føroysku Wikipediu! Takk fyri tíni ískoyti. Eg vóni, at tær dámar Wikipediu og ger av at verða verandi. Her eru nakrar góðar slóðir til nýggjar brúkarar:
- Kunning fyri nýbyrjarar
- Hvussu ritstjórni eg eina síðu (Rætta wikitekst við wiki-kotum)
- VisualEditor Brúkaravegleiðing (Rætta við nýggja Visual-editorinum frá 2013)
- Ofta settir spurningar ella Set ein spurning í Undirhúsinum
EileenSanda (talk) 25. nov 2014 kl. 00:43 (UTC)
{{Brúkari fo-0}}
on your user page or put it into your babel box.Bjargaranir, frúin og undraland
[rætta wikitekst]Hey Skótin. Gott at síggja at tú ert virkin her! Eg havi líka ein spurning um tey føroysku heitini á greinini ið tú upprættaði um Disney Classics filmarnar. Hevur tú funnið uppá hasi heitni ella hvar koma tey frá? Eg havi googla eftir hasum trimum sum eg nevndi í yvirskriftini, eg finni onki úrslit tá eg leiti eftir "bjargaranir" og bara íslendsk tá eg leiti eftir Undraland. Tað ljóðar sum vánaligt føroysk, haldi eg. Ikki at eg eri nakar ekspertur, geri eisini feilir og nýti onkuntíð danismur. Men tá vit velja at týða eitt enskt heiti á einum filmi til føroyskt, so skal tað helst vera so rætt sum gjørligt, og um onki heit finst á føroyskum, so haldi eg at tað er betri at nýta tað enska. Eg havi havt nógv stríð av einum útlendingi ið elskar Disney, er "besettur" nærmæst, og rættar í tíð og ótíð a greinum um Disney filmar. Viðkomandi er blivin sperraður á fleiri wikipeduim, men nýtir nú bara skiftandi ip adressur. Eg hopi at tú vil hjálpa við til at rudda upp eftir hesum brúkarabum. Hann ella hon hevur longu gjørt eina rúgvu av rættingum í greinum um Disney filmar, síðan tú upprættaði hasa, og setir tey føroysku heitini ið tú hevur brúkt inn á hinar greinarnar. Vinarlig heilsan og halt endiliga áfram við tí góða arbeiðnum her. EileenSanda (talk) 2. des 2014 kl. 21:59 (UTC)
Leinkja til onnur mál
[rætta wikitekst]Hey Skótin. Takk fyri tíni ískoyti, super, flott arbeiði! Tað sum eg vil gera vart við er tað, at tú sum oftast gloymir at leinkja síðurnar ið tú upprættar við aðrar síður á øðrum Wikipedium. Tú kennir væl til Wikidata, og hvussu man leinkjar síðurnar til aðrar verkætlanir? Um ikki, so finnur tú til vinstru fyri greinina, t.d. hasa ið tú nú hevur upprættað Ísland í Eurovision Song Contest, har stendur "Other languages" og so undir har stendur "Add links" og ein blýantur sæst. Trýst á har, so kemur ein dialogkassi fram, og har skalt tú so t.d. skriva en í Language, so kemur enwiki at standa har, og í næsta teigin skrivar tú so enska heitið á greinini, um hon altso finst. Síðan trýstir tú á Link with page. Eg havi gjørt tað fyri teg fleiri ferðir, men best um tú gert tað sjálv, annars kanst tú risikera, at tað als ikki verður gjørt. Og tað er sera týdningarmikið, at tað verður gjørt :) Hatta var forrestin ein sera góð og long grein um James Dean, ið tú skrivaði!! Vinarliga EileenSanda (talk) 16. jan 2015 kl. 09:21 (UTC)
Hey Eileen! Hetta mást tú virkiliga orsaka. Eg má viðganga at eg slett ikki havi hugsað at at leinkja greinarnar til onnur mál, og tí er tað nokk aldrin komið fyri. Eg skal leggja mær tað í geyma til næstu ferð. :) Takk fyri rósið viðvíkjandi James Dean. Greinin var nógv arbeiði, sum eg fór frá og kom til aftur fleiri ferðir áðrenn eg goymdi hana, so eitt herðarklapp følist væl beint nú. ;) Annars ein spurning. Hvussu fært tú tey lítlu fløggini at standa fyri framman eitt land í eini grein? Havi roynt at leitað, men finni tað ongastaðni. Heilsan Skótin.
- Hey aftur. Um tú t.d. ynskir at vísa tað íslendska flaggið, so velir tú hesar klombrurnar {{}} og skrivar Flag|Ísland inn í tær, so fært tú: Ísland
- Minst til at navnið á landinum skal vera á føroyskum. Um tú bert ynskir flaggið og ikki navnið á landinum, so skrivar tú flagicon ístaðin fyri flag inn í klombrurnar: {{Flagicon|Ísland}} so fær tú bara flaggið:
- Ella tað føroyska Merkið {{Flagicon|Føroyar}}: . Vinarliga EileenSanda (talk) 16. jan 2015 kl. 23:11 (UTC)
Orsaka seina svarið. Eri akkurat afturkomin úr Íslandi, men super! Takk fyri :)
Vigdís Finnbogadóttir verður mánaðargreinin í mars 2015
[rætta wikitekst]Hey. Eg havi út frá greinini, ið tú hevur skrivað um Vigdís Finnbogadóttir, skrivað mánaðargreinina til komandi mánaðin (mars 2015). Tú ert vælkomin at rætta. Hon skal ikki fylla ov nógv. Greinin kemur so á forsíðuna frá 1. mars til 31. mars 2015. Vh. EileenSanda (talk) 23. feb 2015 kl. 16:51 (UTC)
Takk fyri. Eg skal hyggja eftir henni. :)
Eg havi brúk fyri hjálp til at útfylla kalendaran á forsíðuni
[rætta wikitekst]Hey Skótin. Eg havi dagført forsíðuna, havi kanna eftir, hvussu tann danska er uppbygd og so roynt at gera tað sama her, tí sniðini sóu út til ikki at rigga á mobilum eindum sum iPad, snildfonum og líknandi, so næstan onki innihald sást, tí helt eg at tað mátti broytast. Trupulleikin er bara, at har er so nógv arbeiði ið skal gerast fyri at upprætta og útfylla tríggjar hendingar fyri hvønn dagin í árinum, í eina fyrimynd, sum er gjørd til forsíðuna. Eg veit ikki, um tað skulu vera júst 3 hendingar, tann enska wp nýtir 5 hendingar, men í hvussu so er ikki meir enn tað. Yvirlit yvir hendingar fyri mars er her. Allir mánaðirnir standa ovast á hasi síðuni, so við at trýsta á ein av teimum, so skuldi tú komi til yvirlit yvir dagarnir í apríl, mai osfr. Tað sum skal gerast er at trýsta á "Vís" undir degnum, so kemur skabilónin (fyrimyndin) fram, t.d. Wikipedia:Hendingar/30. mars fyri 30. mars, og síðan at útfylla tað við trimum hendingum, sum kunnu fáast við at hyggja at degnum, sum jú longu er upprættaður, t.d. 30. mars. Júst tann dagurin hevur fimm hendingar, sum eru skrivaðar á føroyskum, tó eru tríggjar av hendingum um svimjing, veit ikki um tað bara skal snúgva seg um føroyska svimjing, okkurt altjóða má við eisini, vildi eg mett. Men tað er upp til tín, hvørjar hendingar, ið tú velur at taka við, hendingar kunnu eisini týðast úr t.d. ensku, donsku, norsku ella øðrum málum. Ein mynd kann eisini setast inn fyri eina av hendingunum, hon skal setast inn ovast millum her "float:right;margin-left:0.5em;"> og </div> her. Á donsku wikipedia brúka tey {{*fs}} í staðin fyri bara *, tað skal vera tí at stjørnan ikki sæst ordiligt á firefox internetkaganum, eg veit ikki, um tað skal vera so, enska nýtir bara vanliga stjørnu. Altso, bara um og tá tú hevur tíð. Um tú kanst hjálpa við hesum bara av og á, so hevði tað verið super. Eg síggi at tú onkuntíð arbeiðir við at útfylla dagarnir á hinum vanliga kalendaranum, sum ikki longur sæst á forsíðuni, hann er tó líka týdningarmikil enn fyri tað, men tað hevði verði ordiliga gott, um vit kundu sett 3 hendingar fyri hvønn dagin inn í fyrimyndina, sum sæst á forsíðuni, eisini. Eg fari í holt við 7. mars nú. Spyr endiliga, um tað er nakað. Vinarlig heilsan EileenSanda (talk) 5. mar 2015 kl. 07:22 (UTC)
Invitation
[rætta wikitekst]Hello, Skótin,
The Editing team is asking very experienced editors like you for your help with VisualEditor. The team has a list of top-priority problems, but they also want to hear about small problems. These problems may make editing less fun, take too much of your time, or be as annoying as a paper cut. The Editing team wants to hear about and try to fix these small things, too.
You can share your thoughts by clicking this link. You may respond to this quick, simple, anonymous survey in your own language. If you take the survey, then you agree your responses may be used in accordance with these terms. This survey is powered by Qualtrics and their use of your information is governed by their privacy policy.
More information (including a translateable list of the questions) is posted on wiki at mw:VisualEditor/Survey 2015. If you have questions, or prefer to respond on-wiki, then please leave a message on the survey's talk page.
Thank you, Whatamidoing (WMF) (talk) 16. mar 2015 kl. 23:31 (UTC)
Hevur tú nakað hugskot til Mánaðargreinina?
[rætta wikitekst]Hey Skótin. Vit hava onga mánaðargrein í løtuni, eg havi ikki havt stundir og ongin annar hevur tikið sær av tí heldur, eg havi upprættað hópin av fyrimyndum og modulum, havi fingið nokk so nógv at rigga, men tíverri er Wiki-markup koturnar horvnar, og eg veit ikki hvussu tað er hent og hvussu vit fáa tær aftur. Virkar alt sum tað skal við VisualEditor? Hevur tú nakað hugskot til mánaðargrein til forsíðuna? Hest ein nokk so long grein og helt ein ið ikki hevur verið fyrr. Eg kann gott upprætta hana, um tú ikki veitst júst hvussu, sig bara frá um so er. Vinarlig heilsan EileenSanda (kjak) 5. mai 2015 kl. 06:44 (UTC)
Hey Eileen! Eg havi verið á eini skótaráðstevnu í Turkalandi og fleyg so beinleiðis til Íslands at luttaka á einari norðurlendskari ráðstevnu. Eg havi sostatt verið burturstødd allan mai mánað, og tíverri ikki sæð boðini fyrr enn nú. Men Visual Editor sær út til at rigga sum hann skal. Eg vil fegin hjálpa tær við næstu mánaðargrein, um tú lika hjálpir mær at upprætta hana. :) Vinarliga Skótin (kjak)
- Hey og væl afturkomin :) Tað ljóðar gott! Eg valdi bara eina grein sjálv, tá ið eg onki hevði hoyrt frá tær í nakrar dagar. Men um tú hevur hug so kanst tú velja mánaðargreinina til juni. Ja, eg skal nokk hjálpa tær at upprætta hana. Eg havi upprættað eina rúgvu av fyrimyndum (skabilónum) henda seinasta mánaðin. Nú er tað knappliga alt møguligt ið riggar at avrita beinleiðis frá ensku Wikipediu, t.d. Fyrimynd:Infobox person, Fyrimynd:Infobox swimmer og Fyrimynd:Infobox settlement. Vh. --EileenSanda (kjak) 19. mai 2015 kl. 22:12 (UTC)
Tað ljóðar super! :) Eg skal siga tær frá aftur. Vinarliga Skótin (kjak)
Infobox musical artist
[rætta wikitekst]Hey Skótin. Eg havi sett eina infoboks inn á síðuna Marta Jandová, sum tú hevur upprættað. Tað riggar nú endiliga langt um leingi at gera eina infoboks, ið er eins og tann enska, soleiðis at vit kunnu nýta copy-paste og síðan bert rættað nøkur fá orð. Hetta má gerast við wikikotum, men eftir at tað er avrita og innsett í greinina, so kann ein sjálvandi nýta VisualEditor eftir tað fyri at rætta ensk orð t.d. Tú finnur sjálva síðuna við infoboksini her: Fyrimynd:Infobox musical artist men neyðugt er sum so ikki at avrita av síðuni, um ein skrivar um ein persón ið longu er upprættaður á ensku Wikipediu, men um vit t.d. skulu upprætta eina grein um ein føroyskan tónleikara, ið ikki hevur nakra síðu á ensku wp, so kunnu vit sjálvandi avrita frá infoboks síðuni, ella bara nýta VisualEditor, eg havi ikki roynt infoboksina við VisualEditor, tú kanst kanska siga mær, hvussu tað riggar, tá ið tú hevur roynt tað? Vinarlig heilsan --EileenSanda (kjak) 22. mai 2015 kl. 06:39 (UTC)
EBBA virðisløn - Ebbu-virðislønin
[rætta wikitekst]Hey Skótin :)
Heldur tú ikki vit eiga at benda heitið á greinini, ið tú júst hevur skrivað, soleiðis at hon kemur at eita EBBU-virðislønin ella EBBUvirðislønin? Sær betri út við bindistriku haldi eg. KVF hevur brúkt heitið Ebbu-virðislønin bæði við og uttan bindistriku her kvf.fo. Vh. --EileenSanda (kjak) 31. mai 2018 kl. 04:56 (UTC)
Umboðsstjóri
[rætta wikitekst]Hey Skótin :) Eg havi nú gjørt teg til umboðsstjóra (administrator) á føroysku Wikipediu, hjartaliga vælkomin og takk at tú vil hjálpa við hesum arbeiði :) Tú kanst nú rulla aftur rættingar, ið skyldast vandalismu, tvs. bara trýsta einaferð so fara t.d. 10 rættingar hjá sama brúkara vekk. Tú kanst eisini sletta síður, ið eru vandalisma ella av øðrum orsøkum eiga at vera slettaðar. Tú finnur funktiónina ovast á síðuni undir "Meira". Vinarlig heilsan --EileenSanda (kjak) 22. nov 2018 kl. 13:22 (UTC)
How we will see unregistered users
[rætta wikitekst]Hi!
You get this message because you are an admin on a Wikimedia wiki.
When someone edits a Wikimedia wiki without being logged in today, we show their IP address. As you may already know, we will not be able to do this in the future. This is a decision by the Wikimedia Foundation Legal department, because norms and regulations for privacy online have changed.
Instead of the IP we will show a masked identity. You as an admin will still be able to access the IP. There will also be a new user right for those who need to see the full IPs of unregistered users to fight vandalism, harassment and spam without being admins. Patrollers will also see part of the IP even without this user right. We are also working on better tools to help.
If you have not seen it before, you can read more on Meta. If you want to make sure you don’t miss technical changes on the Wikimedia wikis, you can subscribe to the weekly technical newsletter.
We have two suggested ways this identity could work. We would appreciate your feedback on which way you think would work best for you and your wiki, now and in the future. You can let us know on the talk page. You can write in your language. The suggestions were posted in October and we will decide after 17 January.
Thank you. /Johan (WMF)
4. jan 2022 kl. 18:15 (UTC)
Your advanced permissions on fowiki
[rætta wikitekst]Hello. A policy regarding the removal of "advanced rights" (administrator, bureaucrat, interface administrator, etc.) was adopted by community consensus in 2013. According to this policy, the stewards are reviewing activity on wikis with no inactivity policy.
You meet the inactivity criteria (no edits and no logged actions for 2 years) on this wiki. Since this wiki, to the best of our knowledge, does not have its own rights review process, the global one applies.
If you want to keep your advanced permissions, you should inform the community of the wiki about the fact that the stewards have sent you this information about your inactivity. A community notice about this process has been also posted on the local Village Pump of this wiki. If the community has a discussion about it and then wants you to keep your rights, please contact the stewards at the m:Stewards' noticeboard, and link to the discussion of the local community, where they express their wish to continue to maintain the rights.
If you wish to resign your rights, please request removal of your rights on Meta.
If there is no response at all after one month, stewards will proceed to remove your administrator and/or bureaucrat rights. In ambiguous cases, stewards will evaluate the responses and will refer a decision back to the local community for their comment and review. If you have any questions, please contact the stewards.
Yours faithfully.