1448 (sjónvarpsrøð)
| 1448 | |
|---|---|
| Slag | "Reality" |
| Skapað av | Bjarni Árting Rubeksen |
| Røddir | Fróði Løkságarð (Frásøgufólk) |
| Upprunaland | Føroyar |
| Upprunamál | Føroyskt |
| Tal av sesongum | 2 |
| Tal av pørtum | 9 |
| Framleiðsla | |
| Tíðarskeið | uml. 30 minuttir |
| Útgáva | |
| Upprunarásrás | Kringvarp Føroya |
| Upprunaliga útgivið | 2009 |
1448 er ein føroysk sjónvarpsrøð í 9 pørtum, framleidd av Bjarni Árting Rubeksen. Røðin er ein "realityrøð", ið fylgir gerandisdegnum hjá løgregluni í Tórshavn. Fylgt verður við tá brotsgerðir verða uppkláraðar, og hyggjarin kemur tætt at teimum, ið liva á lívsins skuggasíðu. Røðin lýsist sum 9 dokumentarfilmar, sum Bjarni hevur gjørt eftir leistanum "one man, one camera"; tað vil siga, at hann sjálvur hevur filmað, klipt og lagt til rættis.
Undirtøka
[rætta | rætta wikitekst]Røðin var sera væl umtikin í Føroyum. Somikið væl, at ein Facebook bólkur varð stovnaður í 2010, aftaná at fyrsta røð var víst í Kringvarpi Føroya. Bólkurin nevndist "Vit øll ið ynskja meiri 1448 sendingar" og hevði til endamál at heita á Kringvarpið um at framleiða fleiri sendingar.[1]
Listi yvir 1448 sendingar
[rætta | rætta wikitekst]Sendingar, ið hava verið sendar og endursendar í Kringvarpi Føroya.[2]
| Sending nr. | Frágreiðing | |
|---|---|---|
| 1:9 | Ein spreinging er hend á Eiði, og løgreglumennirnir Jan og Jóannes verða sendir á staðið. Brotist hevur verið inn í Gamla Bókhandil, har Jan og Per frá kanningarnevndini hava verið boðsendir. | |
| 2:9 | Eldur eru í einum húsum á Stykkinum, og Jan hjá ferðslupolitinum fer á staðið. Fylgt verður við á náttarvakt, har nógv er at gera. | |
| 3:9 | Ein útlendingur verður tikin á flogvøllinum við rúsandi evnum. Fylgt verður við tá ein sjúkrabilur skal hava løgreglufylgd frá Klaksvík til Landssjúkrahúsið í Tórshavn. | |
| 4:9 | Ein bilur er farin útav vegnum, eitt harðskapsmál verður kannað, og fylgt verður við hundavenjing. | |
| 5:9 | Ferðsluvanlukka ímillum ein bil og býarbuss, har fólk noyðast at verða flutt á Landssjúkrahúsið. Løgreglan hevur úr at gera á eini náttarvakt. | |
| 6:9 | Løgreglumennirnir Karl og Jóannes taka sær av einum óbodnum húsgesti. Ein bilur er farin útav vegnum Við Áir, og eitt mál um barnaporno verður kannað. | |
| 7:9 | Løgreglan fær boð um eina kvinnu, ið er vorðin frá sær sjálvari. Nógv er at gera á náttarvakt, og alarmsentralurin fær boð um at eldur er í skipinum Athenu, ið liggur á Skálafjørðinum. | |
| 8:9 | Løgreglan verður kallað út til húsófrið. Tveir útlendingar verða tiknir fyri stuldur. Studentarnir í Hoydølum hátíðarhalda síðsta skúladag, og hava blokerað vegin uppiyvir skúlanum. | |
| 9:9 | Ein gamal kenningur hevur gjørt um seg, og verður tikin oman á løgreglustøðina. Eitt pengaskáp verður funnið á Oyggjarvegnum, har kanningardeildin verður boðsend. Grind er í Vestmanna. |