Wikipedia:Mánaðargreinin/mai 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grikkaland
Grikkaland

Grikkaland er allur suðurparturin av Balkanhálvoynni og eitt ótal av oyggjum í Jonarhavinum og Egearhavinum. Høvuðsstaðurin er Athen, sum eisini er størsti býur. Í ein útnyrðing hevur Grikkaland mark við Albania, í norðri við Bulgaria, í landnyrðing við Lýðveldið Makedónia og í eystri við Turkaland. Landið hevur umleið 10 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er grikskt. Ríkisátrúnaðurin í Grikkalandi er griksk-ortodoksur, og Grikkaland er einasta land, ið hevur eina almenna kristna ortodoksa kirkju. Næstan allir grikkar eru limir í ríkiskirkjuni. Grikkaland er fjallaland, har eru fleiri enn 2.000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráðevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er fátakasta landið í ES. Í 2010-2013 hevur ein sera álvarsom fíggjarkreppa herjað í Grikkalandi, og tað hevur ført til stórt arbeiðsloysi, fólkafráflyting og fátækradømi. Í 8. øld tóku grikkar land helst fram við Miðjarhavinum og Svartahavinum. Niðursetumenninir bóru griksku heimamentanina við sær og stýrdu sínum býarríkjum eftir somu lógum sum í Grikkalandi. Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Frælsiskríggið byrjaði í 1821, landið skuldi viðurkennast í 1830 við London-avtaluni, men orsakað av juli-kollveltingini í Fraklandi, varð skjalið frá 1830 ikki fullført. Altjóða viðurkenningin av Grikkalandi sum fræls tjóð kom í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 fingu grikkar syðru Sporaduoyggjar aftur, tær høvdu verið undir Osmanniska Ríkinum í fleiri hundrað ár, til 1912, síðan vóru tær frælsar í heilt stutta tíð, og so komu tær undir italskt yvirvald. Syðru Sporaduoyggjar við eitt nú Rodos, Kos og Samos, vóru undir italskum yvirvaldið líka til 1947, tá oyggjarnar komu at hoyra til Grikkaland, hetta hendi tá ið ein friðaravtalað varð undirskrivað í París hin 10. februar 1947 millum Italia og tey londini ið vunnu Seinna heimsbardaga.