University of the Arctic

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Iḷisaġvik College í Barrow, Norðuralaska.

University of the Arctic (stytt UArctic) varð formliga stovnað í juni 2001. UArctic er eitt samstarv millum hægri útbúgvingarstovnar í Arktis, har Fróðskaparsetrið er limur [1]. Ein táttur í hesum samstarvi, sum hevur áhuga í granskingarumhvørvinum í Føroyum, er “North2North” verkætlanin, ið er ein skiftisskipan fyri lesandi millum stovnar, sum eru limir hjá UArctic. Verkætlanin gevur lesandi møguleika at vera á einum øðrum stovni frá trimum til tólv mánaðir [2]. Kunnað verður regluliga um UArctic á SAO-fundum, hóast UArctic ikki er ein partur av Arktiska Ráðnum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.uarctic.org/memberslist.aspx?m=589
  2. http://www.uarctic.org/singleArticle.aspx?m=263&amid=978

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]