Langasandur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Langasandur
Ortsschild-kl.png
Langasandur á Føroyakortinum.
Postnummar FO 438
Kommuna Sunda kommuna
Markatal -
Íbúgvar (2005) 35

Langasandur er ein bygd í Streymoy. Fyrstu fólkini settu seg niður á Langasandi, tá bóndin Á Bø í Haldórsvík, Joen Joensen, fekk hagan býttan frá í 1839. Hagin er tríggjar merkur av landsjørð.

Bygdin ber navn eftir sandinum fram við sjóvarmálinum, og við tíðini er fitt av lendi lagt inn úr haganum, hóast fólkatalið hevur verið rættiliga avmarkað og bygdin hevur verið fyri bakkøstum. Á Gjánoyri, sum liggur stutt sunnanfyri Langasand, bygdu norðmenn við tí navnframa Grøn á odda um aldarskiftið hvalastøð. Nógv virksemi var her í eitt tíðarskeið, men í dag sæst nær um ongin farleið frá hesi áhugaverdu tíðini í føroyskari vinnulívssøgu. Tá hvalaveiðan minkaði aftaná 1. heimsbardaga, vóru bygningar og útgerð tikin niður og oyran fekk náttúruna óspilta aftur.

Bygdin á Langasandi veksur í dag so spakuliga, so í dag búleikast 36 fólk har. Nýggj hús eru bygd seinnu árini, og við stuttu frástøðuni til stórplássini í miðstaðarøkinum eru góðar fortreytir fyri framhaldandi vøkstri.


Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál