Nesvík
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
||
| Postnummar | FO 437 | |
| Kommuna | Sunda kommuna | |
| Markatal | - | |
| Íbúgvar (2005) | 1 | |
Nesvík er ein niðursetubygd í Streymoy. Norðri við Streymin er bygdin Nesvík. Har, millum Eysturoynna og Streymoynna sigst at vera besti hvalvágur í Føroyum.
Leguhúsið í Nesvík er nógv umbiðið, serliga um vikuskiftini. Men tað eru eisini møguleikar at leiga húsið mitt í viku. Høvuðstiltakið í Leguhúsinum í Nesvík er summarlegurnar, sum eru frá seinast í juni og nakað inn í august. Men annars verður húsið brúkt so at siga hvørt vikuskifti alt árið til legur av ymsum slag, sum til dømis familjulegur, ungdómslegur og bygdalegur, ið eru sera væl umtóktar. Men tað eru nógvir møguleikar at leiga húsið mitt í viku.
|
|
|---|
| Gjógv | Haldarsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík |
