Høgni Reistrup

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Høgni Reistrup

Høgni Reistrup (føddur 1984) er ein føroyskur sangari, sangskrivari og tónleikari. Hann hevur til nú (2012) givið út tríggjar fløgur. Hann gav út sína fyrstu fløgu hin 11. juli 2007 við heitinum "Hugafar á ferð".

Fløgan fekk góð skoðsmál og millum annað 4/6 stjørnur í viðurkenda danska tónleikablaðnum Gaffa.

Sangurin Vit vita at so er av fyrstu útgávuni lá ovast á hittlistanum í føroysku útvarpssendingini 15 tær bestu i 8 vikur.

Innihaldsyvirlit

Útgávur [rætta]

  • Samrøður við framtíðina, 2011.[1] Fløgan er tikin upp í Føroyum og ljóðblandað í Íslandi av íslendinginum Styrmir Hauksson. Janus Rasmussen framleiddi fløguna. Hon kom út í november 2011. Fløgan telur tíggju skeringar við føroyskum tekstum.
  • Trý fet frá tilveruni, 2010.[2] Tónleikurin er tikin upp í Føroyum og ljóðblandaður í Dublin av íranum Kieran Lynch. Fløgan kom út 1.mars 2010. Fløgan telur tíggju skeringar við føroyskum tekstum.
  • Hugafar á ferð, 2007.[3] Tónleikurin er tikin upp í Føroyum. Fløgan telur tíggju skeringar við føroyskum tekstum.

Útbreiðsla [rætta]

Umframt at tónleikurin er nógv spældur í Føroyum, hevur hann eisini verið at hoyrt í millum annað Íslandi, Týsklandi, Onglandi, Skotlandi, Danmørk, Grønlandi og Finnlandi.

Keldur [rætta]

  1. Sandportal.fo
  2. Diskant.dk
  3. Tutl.com

Slóðir [rætta]