Gunnar Nielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gunnar Nielsen

Nielsen við føroyska landsliðnum í 2013
Persónlig kunning
Fult navnGunnar Nielsen[1]
Føðingardagur (1986-10-07) 7. oktober 1986 (aldur 37)[2]
FøðistaðurTórshavn[2]
Hædd1,91 m[2]
PlássMálmaður
Kunning um feløg
Núverandi felag
FH Hafnarfjörður
Nummar1
Ungdómsyrkisleið
Havnar Bóltfelag
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
–2004Havnar Bóltfelag0(0)
2004–2007BK Frem16(0)
2007–2009Blackburn Rovers0(0)
2008Motherwell (lán)0(0)
2009–2012Manchester City1(0)
2009Wrexham (lán)4(0)
2010–2011Tranmere Rovers (lán)2(0)
2013Silkeborg8(0)
2013–2015Motherwell19(0)
2015Stjarnan20(0)
2015–FH68(0)
Landslið
2001–2002Føroyar U1713(0)
2002–2004Føroyar U198(0)
2007–2008Føroyar U2110(0)
2009–Føroyar62(0)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 1. apríl 2021.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 1. apríl 2021

Gunnar Nielsen (føddur 7. oktober 1986) er føroyskur fótbóltsleikari, ið síðan 2016 hevur spælt við íslendska felagnum FH. Gunnar gjørdist serliga kendur, tá hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð, spældi við bestu ensku fótbóltsdeildini,[3] tað var við Manchester City í ensku Premier League í 2010. Gunnar spælir eisini sum landsliðsmálmaður fyri Føroyar.

Lívsleiðin í fótbólti[rætta | rætta wikitekst]

Gunnar Nielsen spældi mest við HB í barna og ungdómsárum. Í 2005-07 spældi hann við danska liðnum Frem og í 2007 gekk leiðin til Onglands, har hann fyrst hevði kontrakt við Blackburn Rovers í 2007-09 [4], tó varð hann útleigaður til skotska fótbóltsfelagið Motherwell í 2008. Í 2009 kom Gunnar Nielsen í hópin hjá Manchester City, tó varð hann lántur út til walisiska felagið Wrexham. Í 2010 er Gunnar Nielsen aftur partur av hópinum hjá Manchester City. Gunnar sat fleiri ferðir á bonkinum,[5] men 24. apríl 2010 varð hann skiftur inn og gjørdist harvið fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur leikt dyst í Premier League. Í apríl 2013 undirskrivaði Gunnar sáttmála við danska superliga felagið Silkeborg IF, sáttmálin var galdandi fyri 6 vikur, ið var tann tíðin ið restaði í restina av kappingarárinum 2012/13.[6] Í 2015 leikti hann fyri íslendska felagið Stjarnan,[7] og í 2016 spælir hann fyri íslendska felagið FH.

Málmaður á føroyska A-landsliðnum[rætta | rætta wikitekst]

Gunnar Nielsen hevur spælt fleiri dystir fyri Føroyar á U-21 landsliðnum. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið úttikin til A-landsliðshópin hjá Føroyum og hevur verið málmaður ella eyka málmaður á føroyska A-landsliðnum.[1] Fyrsti dysturin, sum Gunnar Nielsen leikti á føroyska A-landsliðnum, var, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Íslandi 22. mars 2009.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Premier League Clubs submit Squad Lists" (PDF). Premier League. 2 September 2011. http://www.premierleague.com/content/dam/premierleague/site-content/News/publications/squad-lists/squad-lists-september-2011.pdf. Heintað 21 February 2014. 
  2. 2.0 2.1 2.2 "Gunnar Nielsen profile". Official Motherwell FC Site. http://www.motherwellfc.co.uk/players/first-team/gunnar-nielsen/. Heintað 21 February 2014. 
  3. Sportal.fo, Gunnar Nielsen í málinum!
  4. BBC.CO.UK, Blackburn sign Faroes goalkeeper
  5. Sportal.fo, Gunnar Nielsen á bonkinum í Premier League
  6. Sportal.fo Archived 2013-04-29 at Archive.today Gunnar Nielsen til Silkeborg
  7. http://www.visir.is/umfjollun,-vidtol-og-einkunnir--ia---stjarnan-0-1---draumamark-olafs-karls-skildi-a-milli/article/2015150509857

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið