Gunnar Nielsen
Gunnar Nielsen (føddur 7. oktober 1986) er føroyskur fótbóltsleikari, í løtuni (2013) hevur hann sáttmála við danska superliga felagið Silkeborg IF. Sáttmálin varð undirskrivaður tíðliga í apríl 2013 og er galdandi í seks vikur, restina av kappingarárinum.[1] Gunnar gjørdist seriga kendur, tá hann sum fyrsti føroyingur nakrantíð, spældi við bestu ensku fótbóltsdeildini,[2] tað var við Manchester City í ensku Premier League í 2010. Hann spælir eisini sum landsliðsmálmaður fyri Føroyar.
Innihaldsyvirlit |
Lívsleiðin í fótbólti[rætta]
Gunnar Nielsen spældi mest við HB í barna og ungdómsárum. Í 2005-07 spældi hann við danska liðnum Frem og í 2007 gekk leiðin til Onglands, har hann fyrst hevði kontrakt við Blackburn Rovers í 2007-09 [3], tó varð hann útleigaður til skotska fótbóltsfelagið Motherwell í 2008. Í 2009 kom Gunnar Nielsen í hópin hjá Manchester City, tó varð hann lántur út til walisiska felagið Wrexham. Í 2010 er Gunnar Nielsen aftur partur av hópinum hjá Manchester City. Gunnar sat fleiri ferðir á bonkinum,[4] men 24. apríl 2010 varð hann skiftur inn og gjørdist harvið fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur leikt dyst í Premier League. Í apríl 2013 undirskrivaði Gunnar sáttmála við danska superliga felagið Silkeborg IF, sáttmálin var galdandi fyri 6 vikur, ið var tann tíðin ið restaði í restina av kappingarárinum 2012/13.
Málmaður á føroyska A-landsliðnum[rætta]
Gunnar Nielsen hevur spælt fleiri dystir fyri Føroyar á U-21 landsliðnum. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið úttikin til A-landsliðshópin hjá Føroyum og hevur verið málmaður ella eyka málmaður á føroyska A-landsliðnum.[1] Fyrsti dysturin, sum Gunnar Nielsen leikti á føroyska A-landsliðnum, var, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Íslandi 22. mars 2009.
Keldur[rætta]
- ↑ Sportal.fo Gunnar Nielsen til Silkeborg
- ↑ Sportal.fo, Gunnar Nielsen í málinum!
- ↑ BBC.CO.UK, Blackburn sign Faroes goalkeeper
- ↑ Sportal.fo, Gunnar Nielsen á bonkinum í Premier League
- Transfermarkt.dk
- Soccerandequipment.com, March 31, 2009: March Round-Up.
- Football.fo, Ísland-Føroyar.
- Football.fo, Úttøkan til A-landsliðið.
Útvortis ávísingar[rætta]
- BKFrem.dk, Detaljeret spillerinfo, Gunnar Nielsen.
- Soccerbase.com
- Soccernet.espn.go.com
- mcfc.co.uk, Gunnar be tough on Mum!