Angelina Jolie

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Angelina Jolie í Cologny, Sveis í januar 2005.

Angelina Jolie (fødd Angelina Jolie Voight 4. juni 1975 í Los Angeles, Kalifornia) er ein amerikanskur sjónleikari. Hon leikti fyrstu ferð við í einum filmi, tá hon var barn, tað var í 1982, tá hon saman við pápa sínum, Jon Voight, hevði ein leiklut í filminum Lookin' to Get Out. Hon er gift við Brad Pitt og saman hava tey fingið seks børn, harav trý av teimum eru ættleidd.

Angelina Jolie er ST Goodwill-sendikvinna og hevur arbeitt við flóttafólksspurninginum síðan 2002. Í 2007 góvu Angelina Jolie og Brad Pitt 1 mió. dollarar til hjálp til flóttafólkini í Darfur-landspartinum í Sudan, Afrika.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Angelina Jolie hevur vunnið fleiri heiðurslønir og virðislønir fyri sítt arbeiði sum sjónleikari. Hon hevur m.a. fleiri ferðir vunnið Golden Globe Award.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]