Wikipedia:Mánaðargreinin/september 2022
Westerbeek var ein hollendskur eysturindiafari, sum 2. september 1742 á veg til Hollands kom í tætta toku í Atlantshavinum og fór av kós. Westerbeek sigldi á land sunnan fyri Lopranseiðið, Suðuroy. Tað var tá í tíðini neyðugt at síggja sólina ella stjørnurnar fyri at kunna staðfesta hvussu norðaliga ella sunnaliga ein var staddur, men Westerbeek sá ikki sólina í 11 dagar, og tí visti skiparin ikki hvar hann var staddur, tá teir sigldu á land. Skipið gjørdist vrak. Hetta var 6. ferðin hjá Westerbeek til Eysturindia.
Westerbeek var 650 tons til støddar og bygt í 1722 í Hollandi. Tað var 145 føtir langt og hevði tvey dekk.
Á hesari ferðini heim var skiparin Herman Schutte ("Hermanus Schutten"). Í lastini var vanliga te, kaffi, pipar og onnur kryddaríir. Ferðin til Eysturindia kundi taka upp til eitt heilt ár, og skipini vóru ofta fleiri ár burturi, áðrenn tey komu heim aftur.
Tann 2. september 1742 um hálvgum ellivu tíðina á kvøldi siglir Westerbeek á land sunnan fyri Lopranseiðið og søkkur millum 4 sker og land. 10 av manningini komu ikki úr koyggjuni, av tí at teir vóru so sjúkir, tríggir vóru deyðir á ferðini og jarðaðir í sjónum. 81 av manningini bjargaðu sær í land á undurfullan hátt, men ein av teimum fall í berginum og doyði, sostatt komu 80 livandi frá vanlukkuni. Teir 80 vórðu fluttir til Havnar í smábátum, og tað tók fleiri dagar. Í Skúvoy vórðu teir illa móttiknir og sendir avstað til Sands, har teir vórðu væl móttiknir. Úr Skálavík heldur leiðin til Kirkjubøar, men har var sum í Skúvoy, teir vórðu settir í bátarnar kaldir og svangir og førdir til Havnar uttan at fáa vátt ella turt.