Wikipedia:Mánaðargreinin/juni 2022

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hestoy
Hestoy

Hestur liggur millum Streymoynna og Sandoynna og er bert 6 km² til víddar, men har hevur fólk búð líka frá landnámstíð ella eldru miðøld. Hestur er útoyggj, 18 merkur stór, harav 7 merkur kongs. Oyggin er rættiliga høg (421 m), og í erva er hon ein stórur slætti við fleiri smáum og vøkrum vøtnum. Hægstu støðini á oynni eru Eggjarók og Múlin. Vestursíðan í Hesti er brættlendi, har einaferð var nógvur lomvigi í berginum. Oyggin er vøkur og har er nógvur heiðafuglur. Í bygdini hoyrist songurin frá heiðafuglinum sjáldsama væl. Uppi á oynni, omanfyri bygdina liggur m.a. Fagradalsvatn, eitt stað, ið nógv ferðafólk vilja uppliva. Hestbjørgini hava leingið verið eitt væl vitjað ferðamál, og nú eru røddir frammi um, at útbyggja hesar útferðir til gongutúrar runt alla oynna.

Elsta búplássið man hava verið á syðsta enda á oynni, úti á Hæli, tí har finnast leivdir eftir fornari búseting, og har er besti sólagangur, so korn hevur búnast væl. Men av tí at eingir møguleikar eru at søkja sjógvin haðani, eru hestmenn fluttir hagar, bygdin nú er. Í sambandi við, at nýggj ferjuhavn, Gamlarætt, varð gjørd á vestursíðuni á Streymoynni, og nógv grót mátti spreingjast burtur, varð ein partur av hesum gróti førdur yvir um Hestsfjørð og nýttur til nýggja havn í Hesti, sum hevur givið sjóvinnuni og samferðsluni við oynna stórar fyrimunir. Hóast bygdin er lítil, undir 50 fólk, hevur hon svimjihøll. Hestmenn liva av fiskivinnu og landbúnaði, men eins og í Skúgvi er vestursíðan á Hesti bratt berg, og fuglaveiðan hevði rættiliga stóran búskaparliga týdning fyrr, serliga lundafleyggj. Í fuglabjørgunum eigur alskyns bjargafuglur, m. a. er nógvur lomvigi. Teir gomlu søktu bjørgini, og hetta lá væl fyri, tí gongt var um stóran partin av teimum. Men bakkin er leysur - fyri einum 200 árum síðani tóku bjørgini at leypa víða hvar undir oynni.