Jump to content

Wikipedia:Hendingar/6. august

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hin 6. august:

Atomspreinging yvir Hiroshima
Atomspreinging yvir Hiroshima
  • 1945 - Sum tann fyrsti býurin í søguni verður Hiroshima í Japan raktur av fyrstu kjarnorkubumbuni nakrantíð, tá Sameindu Statirnir undir Seinna heimsbardaga sleppa einari kjarnorkubumbu yvir býin. Bumban brestur kl. 8.15, og fá sekundir seinni sæst eitt kraftigt ljós, ein sjokkbylgja kemur og so sæst eitt risastórt skýggj. Tað var bumbuflogfarið Enola Gay úr Norðurmarianoyggjum, ið kastaði kjarnorkubumbuna. Hildið verður at millum 90.000 – 166.000 doyðu beinanvegin ella í einum 2-4 mánaða tíðarskeiði eftir at atombumban varð slept.


Leiðbeining

[rætta wikitekst]

Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.

Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.