Wikipedia:Hendingar/20. apríl
Appearance
Hin 20. apríl:
- 1814 - Napoleon fer frá hermonnum sínum nær við París til útlegd sína í oynni Elba.
- 1902 - Pierre og Marie Curie menna radium.
- 1939 - Týskland hátíðarheldur 50 ára føðingardag Adolf Hitler.
- 1999 - Hópskjótingin í USA: Næmingarnir Eric Harris og Dylan Klebold byrja at skjóta tilvildarliga á skúlanum sínum í Columbine nærindis býnum Littleton, sunnanfyri Denver í Colorado, USA. Teir drepa 12 fólk og meiðsla 21 onnur, áðrenn teir taka lívið av sær sjálvum.
- 2007 Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, og Bertel Harder, danskur kirkjumálaráðharri, skriva undir avtalu um, at føroyingar yvirtaka fólkakirkjuna á ólavsøku 2007. (myndin)
Leiðbeining
[rætta wikitekst]Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.