Wikipedia:Hendingar/18. mai
Hin 18. mai: Tjóðardagur Somaliland, Altjóða Savnsdagur, Altjóða HIV koppsetingardagur
- 1652 - Rhode Island bannar trælahald, men lógin verður ikki hildin.
- 1803 - Stóra Bretland meldar kríggj ímóti Frakland.
- 1804 - Napoleon verður keisari av Fraklandi.
- 1980 - Toppurin av gosfjallinum Mount St. Helens (myndin) í amerikanska lutstatinum Washington spreingist í luftina. 57 fólk lata lív.
- 1993 - Ófriður tekur seg upp í Keypmannahavn eftir ein ES-fólkaatkvøðu. 113 byrsuskot verða skotin av løgregluni ímóti mótmælarunum og 11 fólk verða særd.
Leiðbeining
[rætta wikitekst]Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.