Wikipedia:Hendingar/12. desember
Appearance
Hin 12. desember: Tjóðardagur Kenja
- 1911 - Delhi tekur yvir frá Calcutta sum høvuðstaður India.
- 1932 - Í sambandi við umbygging verður Haldarsvíkar kirkja endurvígd.
- 1941 - Seinni heimsbardagi: Bretland meldar kríggj ímóti Bulgaria. Ungarn og Romenia melda kríggj ímóti USA, og India meldar kríggj ímóti Japan.
- 1941 - Adolf Hitler (myndin) boðar frá útrýming av jødum á fundi í Berlin.
- 1963 - Kenja fær fullveldi frá Bretlandi.
- 1991 - Russland fær fullveldi frá Sovjetsamveldinum.
- 2007 - Vágaportalurin verður settur á stovn.
Leiðbeining
[rætta wikitekst]Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.