Universal Music Group

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Universal Music Group er ein amerikonsk fyritøka, sum hevur virksemið um allan heimin, fyritøkan er tann størsta av sínum slag í USA. Fyritøkan fæst við tónleikaframleiðslu.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Fyritøkan var upprunaliga eitt dótturfelag hjá filmstudionum Universal Pictures, søgan gongur heilt aftur til Decca Records í 1934. Decca Corporation of England slapp sær av við American Decca í 1939. MCA Inc. keypti síðan American Decca í 1962.

Núverandi fyritøkan varð sett á stovn, tá foreldrafyritøkan Seagram keypti PolyGram og legði hesa saman við Universal Music Group í 1998. Navnið varð tó brúkt í 1996, tá MCA Music Entertainment Group tók navnabroyting til Universal Music Group. Uppkeypanin hjá The PolyGram innkluderaði m.a. Deutsche Grammophon sum kann føra sínar røtur aftur til Berliner Gramophone, sum gjørdi tað til elstu eindina hjá Deutsche Grammophon UMG. Kanadiska eindin hjá UMG kann føra sínar røtur aftur til Compo Company, sum kom frá Berliner Gramophone.

Í dag er eigarin tann franska miðlafyritøkan Vivendi Universal.

Høvuðsskrivstovur[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsskrivstovan hjá Universal Music Group er á 2220 Colorado Avenue í Santa Monica. The Capitol Music Group hevur sína høvuðsskrivstovu í Capitol Records Bygninginum í Hollywood. Høvuðsskrivstovan hjá Universal Music Group Distribution er í Universal City, Kalifornia. UMG hevur eisini eina stóra skrivstovueind í New York City, sum í høvuðsheitum tekur sær av marknaðarføring.

Universal Music Group International (UMGI) hevur sína høvuðsskrivstovu á High Street Kensington, London. UMGI tekur sær í høvuðsheitum av skrivstovum hjá UMG í flestu londum, sum eru uttanfyri Norðuramerika.

Universal Music Latin Entertainment hevur sína høvuðsskrivstovu í Woodland Hills, Kalifornia, meðan Universal Music Group Nashville hevur sína høvuðsskrivstovu í Nashville, Tennessee. Foreldrafyritøkan hjá Universal Music Group, Vivendi, hevur sína høvuðsskrivstovu í París, Frakland.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið