Jump to content

Threes Anna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Threes Anna á Seglloftinum á Tvøroyri 2. februar 2010.

Threes Anna (listarligt navn, veruligt navn: Threes Schreurs, fødd í Vlaardingen, Niðurlond, 1959) er rithøvundur, filmsleikstjóri og filmsleikrithøvundur. Hon arbeiðir altíð við fleiri verkætlanum í senn. Til nú (sepember 2012) hevur hon skrivað seks skaldsøgur á hollendskum. Bøkurnar eru eisini umsettar til onnur mál.[1]

Rannsóknarferðir í Føroyum

[rætta | rætta wikitekst]

Threes Anna var tvær ferðir í Føroyum á rannsóknarferðum, fyrst í januar og síðan í juli 2010,[2] har hon gjørdi kanningar til eina skaldsøgu sum hon tá hevði ætlanir um at skriva, og sum nú er liðug og kemur út um mánaðarskiftið september/oktober í Hollandi. Møguliga verður henda bókin eisini gjørd til film seinni. Skaldsøgan hevur fingið heitið niðurlendskt: Het laatste land (føroyskt: Seinasta landið enskt: The Last Land).[3] Skaldsøgan kemur út í Niðurlondum í september/oktober 2012.[4] Í Føroyum var hon m.a. í Mykinesi, í Havn á Ólavsøku[5] á G-festivali í Syðrugøtu[6] og í Suðuroynni, har hon vitjaði ymsastaðni í oynni. Eitt nú var hon í kolanámi í Hvalba. Serliga hugtikin var hon av Akrabergi við tí meir enn 100 ára gamla vitanum, sum stendur á einum tanga. Ongin býr har longur, men ein vitapassari og familja hansara búðu har til 1988, og heilt aftur í tíðini, áðrenn svartadeyða, búðu frísar í Akrabergi, teir komu úr Niðurlondum eins og Threes. Hon var so hugtikin hesum staði, sum hon nevnir At the end of the world (Við heimsins enda) - at hon avgjørdi at koma aftur har um summarið saman við manni sínum og búgva í einum húsi har, sum Kunningarstovan tá leigaði út, og tað gjørdi hon eisini.[7] Hon var eisini hugtikin av at práta við Aksal Poulsen úr Sumba, sum veit sera nógv um fuglar, og sum tá átti nógvar útstappaðar fuglar, sum hann hevði standandi í einum rúmi í heimi sínum. Nú eru fuglarnir í einum fugla- og søgusavni í Sumba. Aksal visti eisini nógv at siga um plantur, og Threes spurdi hann um alt møguligt og fekk eisini svar frá honum. Hon ætlaði upprunaliga at nevna skaldsøguna Fuglaoyggin (Bird Island), men at enda hevur hon broytt heitið til Tað síðsta landi. Á heimasíðu hennara stendur eitt brot um hvat ið henda skaldsøgan snýr seg um, og har stendur, at søgan fer fram á nøkrum oyggjum í Atlantarhavinum. Har er gott at liva til tann dagin, tá ein ræðulig ódn herjar oyggjarnar og ger at alt samband við umheimin verður avskorið. Fólk blíva fyrst bangin, men tá tað sær út til at sambandið við umheimin er mist fyri longri tíð, so kemur panikkur í fólk. Tann ungi drongurin Unnar er rættiliga einsamallur, tí foreldur hansara vóru farin suðureftir at ferðast, og tey vóru ikki komin aftur enn. Drongurin gjørdist vinur við ein arbeiðsleysan vitapassara, og roynir at finna útav øllum tí kaotiska sum hendir rundan um hann.

Bókmentir

[rætta | rætta wikitekst]
  • Paradijsvogel (Paradísfuglurin), skaldsøga, 2016[8]
  • Het laatste land (Tað síðsta landið) skaldsøga, 2012 - Hon gjørdi rannsóknarferðir til Føroya í 2010 fyri at fáa íblástur til hesa skaldsøguna
  • Wachten op de moesson (Bíða eftir monsunregninum) skaldsøga, 2010
  • Vogel kan niet vliegen (Fuglurin kann ikki flúgva) skaldsøga, 2008
  • De stille stad (Stilli býurin) skaldsøga, 2006
  • Motormoeder (Motormamman) skaldsøga, 2005. Henda skaldsøgan var tann fyrsta niðurlendska skaldsøgan, sum kundi takast niður á fartelefonir og líknandi
  • De kus van de weduwe (Kossurin frá einkjuni) skaldsøga, 2003
  • The Warden(de Vogelwachter) 2020. spælifilmur
  • Platina Blues 2014 (40 minuttir one-shot filmur, gjørdur við tónleiki og teksti eftir Thé Lau)[9]
  • Silent City 2012 (spælifilmur, altjóða samstarvs framleiðsla Holland, Luxemburg og Belgium)
  • The Bird Can’t Fly 2007 (spælifilmur, altjóða samstarvs framleiðsla Holland, Suður Afrika og Írland)[10]
  • Noordwesterwals 1996 (stuttfilmur, stjørnaður saman við Boris Pavel Conen)

Dokumentarsendingar

[rætta | rætta wikitekst]
  • Portret of Maarten 2003
  • De Wals 1996
  • Theatre in South Africa 1994

Sjónleikir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1998 Hotazel Niðurlond
  • 1998 2ROOM2 - Das Arts Amsterdam
  • 1997 Stille Getuigen - Diepenheim
  • 1997 Adder Zonder Gras - Groningen
  • 1997 A1 - Suðurafrika
  • 1997 Stemlab - Amsterdam
  • 1996 Kulhavy Tango - Archa Theatre Prague Czech Republic
  • 1996 Dynamo Mundi - Koninklijk Theater Carré Amsterdam
  • 1996 Sturm+Stahldraht - WMG Gelände Unna Týskland
  • 1996 Trekpleisters - Amsterdam
  • 1995 teatur konsert - Paradiso Amsterdam
  • 1995 Assimil 2 - BITEF festival - Beograd Serbia
  • 1995 Noordwesterwals 2 - Amsterdam
  • 1995 Assimil 1 - í samstarvi við KPTG - Subotica Serbia
  • 1993/1994 New Year’s Eve spectacle- live TV show
  • 1994 Arts Alive - Johannesburg Suðurafrika
  • 1994 Noordwesterwals - Amsterdam
  • 1994 Camel Gossip III Skyline Theatre - Chicago USA
  • 1993 Liebes Lied – Bókamessa - Frankfurt Germany
  • 1993 Uwaga Uwaga II - Tilburg
  • 1993 Uwaga Uwaga I - Torun Poland
  • 1993 Camel Gossip II - Schram Studio Amsterdam
  • 1992 Camel Gossip I - Tramway Glasgow Scotland
  • 1992 Special Event - føðingardagur hjá Sonja Barends - live TV show
  • 1992 Waterwork - World Expo Sevilla Spain
  • 1992 Waterwork - Zoetermeer
  • 1992 La tête d’eau Olympisku Leikirnir Albertville Frakland
  • 1991/1992 - New Year’s Eve spectacle- live TV show
  • 1991 Gestolen Titels - Praag Kekkoslovakia
  • 1991-1993 l’Ascension du Mandarin - ferða show - Evropa og Uzbekistan
  • 1991 Broederstrijd - Oerol-festival
  • 1991 Special – Neu Brandenburg Týskland
  • 1991 Special – Lille Frakland
  • 1991 Vliegtuigje - live TV show
  • 1991 uttandura framførsla - Haarlem
  • 1991 The Man - uttandura framførsla - Mainz Týskland
  • 1990/1991 New Year’s Eve spectacle– Nieuwmarkt Amsterdam
  • 1990 NO-W-All – co-production with Licedei – Berlin Týskland
  • 1990 Ente II - Chieri Italia
  • 1990 Ente I - Grenoble Frakland
  • 1990 De springmachine - Holland
  • 1990 Vingers Branden - Korenbeurs Groningen
  • 1990 uttandura framførsla - Oerol-festival
  • 1989 De Ton - Rotterdam
  • 1989 Non Inventions - Holland
  • 1989 Cow GirlsItalia
  • 1989 BiZa - Den Haag
  • 1989 De tuin - Neerpelt Belgia
  • 1989 Zigeunerwereld - tour Holland
  • 1989 framførsla á staðnum - Sheffield Ongland
  • 1989 Zoutloper - Eemnes and Utrecht
  • 1989/1990 – New Year’s Eve spectacle - Nieuwmarkt Amsterdam
  • 1988 – disco Fellini - Utrecht
  • 1988 Infiltrations - Holland
  • 1988 Wit Paard - Leffinge Belgia
  • 1988 Siësta - Sabadell Spania
  1. ThreesAnna.com, Faroe
  2. "FaroeIslandsReview á Heinesen.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-04-03. https://web.archive.org/web/20130403013400/http://www.heinesen.fo/faroeislandsreview/Blogs.htm. Heintað 2011-11-21. 
  3. Threes Anna sjálv, hon nevndi tað í einum teldubrævi 25. november 2011 og aftur 6. september 2012.
  4. Threesanna.com, het laatste land
  5. Threesanna.com, Faroe Islands 30, Ólavsøka
  6. Threesanna.com, Faroe Islands 24, G-Festival
  7. Threesanna.com, Faroe Islands 28, Akraberg
  8. "threes anna: paradijsvogel" (in Dutch). vpro.nl. 17 June 2016. http://www.vpro.nl/speel.RBX_VPRO_4217196.html. Heintað 9 July 2016. 
  9. "Platina Blues". Filmfestival.nl. https://www.filmfestival.nl/publiek/films/platina-blues. Heintað 9. juli 2016. 
  10. Imbd.com, The Bird Can't Fly (2007)