Talvolympiadan 2014
| 41. Talvolympiadan | |
|---|---|
| Tíðarskeið | 1 august 2014–14 august 2014 |
| Luttakarar | 1.570 (881 í opnum bólki og 689 í kappingum fyri kvinnur) |
| Lið | 177 (Opin) 136 (Kvinnur) |
| Tjóðir | 172 (Opin) 131 (Kvinnur) |
| Høll | Mackhallen |
| Staður | Tromsø, Noreg |
| Meistarar | |
| Lið | |
| Opin | |
| Kvinnur | |
| Einstaklingar | |
| Opin | |
| Kvinnur | |
Tann 41. Talvolympiadan, varð fyriskipað av Fédération Internationale des Échecs (FIDE) og hevði ein opnan bólk og ein bólk fyri kvinnur. Í opna bólkinum kunnu bæði kyn luttaka, men oftast eru tað bert menn ið luttaka í opna bólkinum. Talvolympiadan 2014 fór fram í Tromsø, Noreg frá 1. – 14. august 2014.[1] Fyriskiparin var Chess Olympiad Tromsø 2014 AS ið stóð fyri kappingini vegna FIDE.
Úrslit
[rætta | rætta wikitekst]
Opin kapping # Land Telvarar Meðal
ratingMP dSB 1
KinaWang Yue, Ding Liren, Yu Yangyi, Ni Hua, Wei Yi 2699 19 2
UngarnLékó, Balogh, Almási, Rapport, Polgár 2703 17 372.0 3
IndiaNegi, Sethuraman, Sasikiran, Adhiban, Lalith Babu 2631 17 371.5 4
RusslandKramnik, Grischuk, Svidler, Karjakin, Nepomniachtchi 2773 17 352.0 5
AserbadjanMamedyarov, Radjabov, Mamedov, Safarli, Guseinov 2694 17 345.0 6
UkrainaIvanchuk, Ponomariov, Eljanov, Korobov, Moiseenko 2723 16 377.5 7
KubaDomínguez, Bruzón, Quezada, Ortiz, González 2629 16 361.0 8
ArmeniaAronian, Sargissian, Movsesian, Akopian, Kotanjian 2705 16 350.5 9
ÍsraelGelfand, Rodshtein, Smirin, Sutovsky, Postny 2683 16 348.0 10
SpaniaVallejo, Guijarro, Salgado, Illescas, Vázquez 2640 16 334.5
Allar borð-virðislønir vórðu lætnar sambært performance ratings. Yu Yangyi á triðja borði hevði bestu performance av øllum telvarunum í kappingini:
- Borð 1:
Veselin Topalov 2872 - Borð 2:
Nguyễn Ngọc Trường Sơn 2843 - Borð 3:
Yu Yangyi 2912 - Borð 4:
Nikola Sedlak 2773 - Eyka:
Sam Shankland 2831
Føroyskir telvarar á Talv-OL 2014
[rætta | rætta wikitekst]Føroysku telvararnir ið luttóku fyri Føroyar á Talvolympiaduni 2014 vóru: IM Helgi Dam Ziska (2507), IM John Arni Nilssen (2322), IM John Rødgaard (2361), Olaf Berg (2320) og føroyameistarin frá Talv-FM 2014, Høgni Egilstoft Nielsen (2256). Finnbjørn Vang var ferðaleiðari. Áðrenn Talv-OL 2014 byrjaði, var føroyska liðið styrkismett sum nummar 72 av 178 liðum.[2]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "41st Chess Olympiad to be staged in – Tromsø! | Chess News". ChessBase. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-11-15. https://web.archive.org/web/20121115010247/http://www.chessbase.com/newsdetail.asp?newsid=6718. Heintað 2014-01-24.
- ↑ in.fo, Stinnir føroyingar telva OL í Tromsø[deyð leinkja]