Høgni Egilstoft Nielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høgni Egilstoft Nielsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 29. apr 1997
Starv Telvari, fótbóltsleikari
Foreldur faðir Torkil Nielsen
Dátuheiti

Høgni Egilstoft Nielsen (føddur 29. apríl 1997) úr Sandavági er ein føroyskur telvari og fótbóltsleikari. Hann vann FM í talvi bert 16 ára gamal í apríl 2014. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig.[1] Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann aftur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Høgni hevur eisini gjørt nógv um seg í Norðulandameistarakapping fyri ung. Í 2008 vann Høgni silvur fyri telvarar 10 ár og yngri, ið varð hildin í Danmark. Í 2010 vann Høgni bronsu fyri telvarar 12 ár og yngri, ið varð hildin í Svøríki. Í 2012 vann Høgni silvur fyri telvarar 14 ár og yngri, ið varð hildin í Finnlandi. Í 2013 vann Høgni bronsu fyri telvarar 16 ár og yngri, ið varð hildin í Íslandi. [2]

Høgni spælir eisini fótbólt. Hann spælir við fótbóltsliðnum 07 Vestur. Hann hevur umboðað føroyska fótbóltslandsliði bæði fyri U-15 og U-17. Høgni spældi við U-15 í 2011. Í 2012 og 2013 umboðaði Høgni U-17 landsliðið. Hann spældi tó ongan dyst í 2012, men spældi allar dystirnar U-17 liðið spældi í 2013, sum var 10 dystir. [3]

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Bróðir Høgna, Rógvi Egilstoft Nielsen, er eisini telvari og vann FM í talvi í 2012 og luttók á Talv-OL 2012. Pápi teirra er fyrrverandi fótbóltsleikari og telvarin Torkil Nielsen, ið skoraði málið hjá Føroyum í 1-0 sigrinum móti Eysturríki í 1990.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aktuelt.fo, Eitt umfar eftir – Høgni er yngsti FM-vinnarin nakrantíð[deyð leinkja]
  2. Sportal.fo, Høgni úr Sandavági vann norðurlendska bronsu[deyð leinkja]
  3. faroesoccer.com