Rógvi Egilstoft Nielsen
Rógvi Egilstoft Nielsen (føddur 1992)[1] er føroyskur telvari og fótbóltsleikari úr Sandavági. Hann vann føroyameistaraheitið í talvi í landsliðsbólkinum fyri einstaklingar langa fríggjadag hin 6. apríl 2012.[2] Hann spælir í løtuni (2015) fótbólt við EB/Streymi, áðrenn tað hevur hann spælt við 07 Vestur. Hann hevur spælt 4 landsdystir við U19 landsliðnum og hevur verið við í hópinum hjá U21 landsliðnum.[3] Rógvi er sonur Torkil Nielsen, sum eisini er telvari og sum er kendur fyri at skorað mál fyri føroyska A-landsliðið móti Eysturríki í 1990. Yngri bróđur Rógva, Høgni Egilstoft Nielsen, er eisini telvari.
Innihaldsyvirlit
Lívsleiđ innan talv[rætta | rætta wikitekst]
FM í talvi[rætta | rætta wikitekst]
- 2015 - Føroyameistari
- 2012 - Føroyameistari
Talv-OL 2012 í Istanbul[rætta | rætta wikitekst]
Rógvi Egilstoft Nielsen luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen.[4]. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) var toppskjútti við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74.[5]
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ 365chess.com
- ↑ Vagaportal.fo, Rógvi Egilstoft Nielsen vann landsliðsbólkin í talvi fyri einstaklingar
- ↑ Faroesoccer.com
- ↑ Úrslit frá Talv-OL 2012, Føroyar
- ↑ Sportal.fo, Føroyar nummar 68