Steven Seagal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Seagal í Glasgow í 2007.

Steven Seagal (f. 10. apríl 1952 í Lansing, Michigan) er ein amerikanskur skuespælari. Hann er kendur frá 80unum og 90unum fyri filmar sum Nico, Hard to Kill og Under Siege. Men síðan 2002 eru allir filmar við honum farnir beinleiðis út á DVD. Seagal hevur eisini roynt seg sum bluesgittarleikara, men hetta eydnaðist honum ikki væl. Eisini hevur hann arbeitt eitt sindur sum politistur í heimstaði sínum New Orleans, Louisiana.

Av ókendari orsøk segði Seagal nei til at vera við í The Expendables, ið var ein filmsverkætlan, ið hevði til endamáls at sameina eina rúgvu av kendum actionleikarum frá 80unum, so sum Sylvester Stallone, Dolph Lundgren, Mickey Rourke, Arnold Schwarzenegger og Bruce Willis.