Arnold Schwarzenegger

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Arnold Schwarzenegger
er eitt menniskja
Fødd(ur) 30. jul 1947 í/á Thal
Alma mater Santa Monica College, University of Wisconsin-Superior, University of California, Los Angeles, Ludwig Maximilian University of Munich
Starv sjónleikari, politikari, filmframleiðari, filmsleikari, filmsleikstjóri, matstovueigari, hermaður, íverksetari, kropsbyggjari, sjálvævisøguhøvundur, vinnulívsfólk, ognarseljari, powerlifter, director, producer
Politiskur flokkur Republikanski Flokkurin
Trúgv Katolisisma
Børn Katherine Schwarzenegger, Patrick Schwarzenegger, Joseph Baena, Christina Schwarzenegger, Christopher Schwarzenegger
Foreldur móðir Aurelia Schwarzenegger faðir Gustav Schwarzenegger
Mál Týskt mál, Enskt mál, Austrian German
Undirskrift
Heimasíða http://www.schwarzenegger.com/
Dátuheiti
ISNI 000000012136715X
VIAF 64196027
LCAuth n79085101
IMDB nm0000216
Commons Arnold Schwarzenegger

Arnold Schwarzenegger (føddur 30. juli 1947 í Thal í Styria, Eysturríki) var guvernørur í statinum Kalifornia í USA. Í 1980’unum og 90’unum var Schwarzenegger ein av teimum kendastu sjónleikarunum í heiminum. Hann var kendur fyri sínar væl umtóktu actionfilmar, sum til dømis “Terminator 2” og “Predator”. Hann gavst, tá hann gjørdist guvernørur í Kalifornia í 2003, men í 2012 byrjaði hann aftur sum sjónleikari við filminum “The Expendables 2”. “The Last Stand” í 2013 er hansara fyrsti høvuðsleiklutur í 10 ár. Fyri 2 ári síðani (í 2011) bleiv hann skildur frá konuni, Mariu Schiver, eftir at hann hevði viðgingið, at hann átti eitt barn við húshjálpini [1][2].

Schwarzenegger varð heimskendur sum actionstjørna í filminum "Terminator" frá ’84. Í ’91 fylgdi hann hesum filminum upp við "Terminator 2: Judgement Day" og í ´03 kom seinasti filmurin, "Terminator 3: Rise of the Machines", sum hann spældi við í. Eftir hetta varð sjónleikarin valdur til guvernør í Kalifornia og hann segði tí fyribils farvæl við Hollywoodheimin.

CBS News vil vera við, at Arnold Schwarzenegger er ein av teimum mongu, sum er ímóti nýggju lóggávuni í Arizona í 2010, sum krevur, at innflytarar skulu hava pappír á sær, sum prógva, at teir hava loyvi til at búgva í USA.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.washingtonpost.com/blogs/reliable-source/post/arnold-schwarzeneggers-new-book-a-love-letter-to-maria-shriver--and-an-attempt-to-win-her-back/2012/10/01/d77150ca-0c1a-11e2-bb5e-492c0d30bff6_blog.html
  2. "Archive copy". http://articles.nydailynews.com/2011-04-21/news/29476785_1_governator-facebook-page-european-union. Heintað 2012-10-04.